Sonni Ragnar heldur fram í B36

Landsliðsspælarin hevur skrivað undir sáttmála, ið fevnir um hetta kappingarárið

Jóannes Hansen
28. januar 2023 kl. 12:01

Tað hevur verið ivi um, hvussu tað fór at verða við Sonna Ragnar Nattestad. Sjálvur hevur hann givið til kennar, at hann fegin vil royna seg enn einaferð uttanfyri landoddarnar. Og úr B36 hevur ljóðað, at felagið fór at finna annan miðverja.

Nú er tað staðfest, at Sonni Ragnar Nattestad eisini í 2023 fer at spæla við B36. Tað boðar felagið frá í morgun.

Sonni Ragnar Nattestad er sambært faroesoccer.com skrásettur fyri at hava spælt 51 dystir í Betri deildini. Hann hevur spælt við B36 í 2020 og í fjør.

28 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt 46 landsdystir og á landsliðnum skorað trý mál.