Søren Pape og maðurin skiljast

Formaðurin hjá teimum Konservativu í Danmark, Søren Pape Poulsen, skrivar á Facebook, at hann og maðurin Josue Medina Vasquez Poulsen fara frá hvørjum øðrum

(Mynd: Facebook).
Kristian Waag Dam
14. september 2022 kl. 08:56

- Summir dagar eru truplari enn aðrir. Ein av hesum døgum er í dag. Josue og eg fara hvør til sítt, soleiðis skrivar formaðurin hjá teimum Konservativu í Danmark, Søren Pape Poulsen, á sínum almenna Facebook vanga.

Boðini frá Søren Pape Poulsen, sum er valevni til forsætismálaráðharra, koma eftir at fleiri mál við Josue Medina Vasquez Poulsení miðdeplinum í miðlunum.

- Tað hevur verið nógv skriving um mítt privatlív seinastu tíðina. Eg vil ikki siga meira um hetta, men bert siga, at vit eru báðir samdir um, at hjúnalag okkara er liðugt og ynskja hvør øðrum alt tað besta víðari á lívsleiðini, skrivar Søren Pape Poulsen á Facebook.

Í síðstu viku mátti Søren Pape Poulsen umbera alment fyri, at maður hansara var komin fram við skeivum upplýsingum, sum floksformaðurin sjálvur hevði borið víðari til almenningin.

- Maður mín hevur sagt ting, sum er skeiv, meðan annað er grundað á misskiljingar. Hetta eru upplýsingar, sum eisini eg havi borið víðari í góðari trúgv, soleiðis umbar Søren Pape Poulsen seg á Facebook.

Nakrar av skeivu upplýsingunum, sum eru komnar fram í almenninginum eru millum annað, at maður Søren Pape Poulsen er jødi. Hetta segði Søren Pape Poulsen á eini ráðstevnu fyri antisemitismu. Í 2014 segði Søren Pape Poulsen eisini alment, at “kærestens onkel” var forseti í Dominikanska Lýðveldinum. Eisini hetta hevur víst seg at vera ósatt.

Fyri einum mánað síðan boðaði Søren Pape Poulsen frá, at hann stillar upp sum forsetaráðharra valevni. Hann verður av mongum metur at vera størsti kappingarneytin hjá Mette Frederiksen.