Sorgarleikir myndaðu lívið hjá Lisu Marie Presley

Myrku skuggasíðurnar í lívinum hjá Lisu Marie Presley eru komnar fram í ljósið eftir deyða hennara

Ragnar Sjúrðarson
18. januar 2023 kl. 19:48

Hósdagin í undanfarnu viku andaðist Lisa Marie Presley bert 54 ára gomul.

Sorgarleikir hava myndað familjulívið hjá Lisu Presley. Tá hon var níggju ára gomul doyði pápi hennara, Elvis Presley, tann 16. August 1977. 

Elvis Presley varð sæddur sum rockkongurin og dótturin fylgdi í fótasporunum hjá pápanum. Hon útgav sítt seinasta album í 2012.

Umframt at missa pápa sín sum blaðung, misti Lisa Marie Presley eisini eitt barn. Í 2020 boðaði sangarinnan frá, at sonur hennara, Benjamin, var deyður.

Eftir at Lisa Marie Presley fór foldum frá, eru fleiri upplýsingar komnir fram, ið týða á at Lisa Marie Presley var fíggjarliga sera sperd, skrivar Ritzau.

Eftir deyðsfallið er myrki sannleikin komin fram, at hon hevur oyðslað allan arvin burt, som hon móttók eftir at pápin andaðist.

Tá hon arvaði pápan, var Elvis Presley sambært New York Post verdur 100 milliónir dollarar. Ein nýtsla á 92.000 dollarar (umleið 631.000 krónur) um mánaðin, vánaligar handilsavgerðir og rakett høgar útreiðslur, vendu mikla ríkidømi til eina skuld á umleið 7 milliónir krónur.

Í einum sakarmáli í november í fjør mátti Lisa Marie Presley geva upplýsingar um sín privatbúskap.