Sørvágskvinnur í hálvfinaluni – Ternan heldur ondini

SÍ tryggjaði sær í kvøld sætið í hálvfinaluni í steypakappingini við 3-0 sigri á Ternuni, sum hóast tapið framvegis hevur góðan møguleika at koma í hálvfinaluna, men hjálp krevst nú frá SÍ

Ragnar Sjúrðarson
18. januar 2023 kl. 20:55

Steypakappingin, kvinnur – bólkur 2
Ternan – SÍ 0-3 (12-25, 23-25, 16-25)

SÍ tryggjaði sær í kvøld sæti í hálvfinaluni í steypakappingini við 3-0 sigri á Ternuni, sum hóast tapið framvegis hevur góðan møguleika at koma í hálvfinaluna, men hjálp krevst nú frá SÍ. 

Í kvøld var fyri tað mesta stórur munur á liðunum, men í øðrum setti var Ternan leingi frammanfyri, og tá best sá út, var støðan 16-11. Men tað helt kortini ikki á mál, og SÍ vann settið 25-23. Hevði Ternan vunnið hetta settið, so hevði tað vaksið munandi um møguleikan at vinna sær pláss í hálvfinaluni, tí so hevði Mjølnir skulað vunnið tvey sett ímóti SÍ í seinasta dystinum í bólki 2, sum verður í Sørvági sunnudagin.  

Men nú er støðan tann, at vinnur Mjølnir bara eitt sett ímóti SÍ – stig er ikki neyðugt at vinna – so er tað Mjølnir, sum tekur plássið í hálvfinaluni. Vinnur Mjølnir einki sett, so er tað Ternan sum skal til Klaksvíkar at spæla hálvfinalu.

Úr bólki 1 eru TB og Fleyr komin í hálvfinaluna. Hvør av teimum, sum vinnur bólkin, verður avgjørt leygardagin, tá tvørakvinnur vitja í Havn.

Hálvfinalurnar verða í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar. 

Mynd: SÍ