Spøkilsismálið á Hálsi

Neistin fekk eitt spøkilsismál, ið fekk avgerandi týdning fyri dystin. Hetta “málið” gjørdi, at dysturin millum Neistan og VÍF endaði við javnleiki

Sigurjón Einarsson
12. oktober 2020 kl. 13:14

Verður hugt eftir dómaraseðlinum frá dystinum millum Neistan og VÍF, so sæst, at Jónsvein Dulavík er skrásettur at hava fingið mál, tá 15 minuttir eru leiktir av seinna hálvleiki.

Upptøkur frá YouTube-rásini hjá Neistanum vísa nakað annað.

Videobrot frá hendingini - við spøkilsismálinum og tá dysturin verður steðgaður og Neistin fær tillutað eitt mál - sæst her: