Squid Game sjónleikari ákærdur

78 ára gamli O Yeong-su er ákærdur fyri at hava nomið við eina kvinnu á óhóskandi hátt

O Yeong-su í Squid Game. Mynd: The Sun
Høgni Jógvansson
27. november 2022 kl. 14:12

O Yeong-su spældi leiklutin sum Oh Il-nam í kendu sendirøðini hjá Netflix, Squid Game. Røðin kom út fyri einum góðum ári síðan og er ein tann best umtókta røðin hjá stóru stroymingartænastuni, Netflix. Nú er O Yeong-su ákærdur fyri eina hending, sum hendi í 2017.

Tað skrivar miðilin BBC. 

Eftir ákæruna eru tey steðgað við at vísa eina sjónvarpslýsing í Suður Korea, har O Yeong-su hevur ein leiklut. 

Fyrsta sesongin av Squid Game eydnaðist so mikið væl, at Netflix hevur avgjørt at framleiða eina sesong afturat. Filmshandritini eru í gerð, og ætlanin er at gera nýggju røðina enn meira spennandi fyri hyggjararnar, hevur Kim Ji-yeon sagt. Kim Ji-yeon er ein av framleiðarunum.

Squid Game er ein koreansk sendirøð, sum kemur undir at vera ein ræðu-, spennings- og dramarøð. Røðin snýr seg í høvuðsheitum um, at fleiri 100 luttakarar eru við í einari kapping um at vinna eina stóra peningaupphædd. Í kappingi spæla luttakararnir barnaspøl, og tað ræður um ikki at tapa. Um ein luttakari tapir, so doyr luttakarin. O Yeong-su spælir leiklutin sum ein luttakari og er eisini tann elsti luttakarin í kappingini.