Standmynd av Andreu Árting í Steinatúni til komandi kvinnudag

Standmyndin av Andreu Árting í Steinatúni í Havn skal standa uppi kvinnudagin, 8. mars, komandi ár. Soleiðis sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Standmyndin av Andreu Árting skal standa í Steinatúni. Her sæst skitsa, ið Edward Fuglø hevur gjørt. (Tórshavnar kommuna).
Kristian Waag Dam
26. juli 2022 kl. 12:20

Í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur tikið stig til at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni. Eftir ætlan skal standmyndin standa uppi til kvinnudagin komandi ár.

- Nú er uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen. Standmyndin skal vera eitt fólksligt verk, sum skal vera sjónligt í býarmyndini.

Talan er ikki um eina nýggja ætlan, tí uppskotið hevur verið frami fyrr. Í 2018 kom Gunvør Balle, sum tá var forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, við uppskotinum um standmyndina av Andreu Árting. Tá mælti Tórshavnar listaráð til, at standmyndin verður í Steinatúni.

Tað eru 620.000 krónur tøkar frá kommununi og øðrum til ætlanina, sambært borgarstjóranum, so vanta um 2,2 milliónir krónur, men tað tykist ikki at vera ein trupulleiki.

- Hetta fari eg í gongd við at útvega skjótast, soleiðis at vit vónandi klára at fáa verkið upp at standa til kvinnnudagin í 2023, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Komandi kvinnudagurin verður tann 8. mars 2023.

Standmyndin av Andreu Árting, verður hin næsta í røðini av standmyndum í Havnini. Seinastu dagarnar er Nólsoyar Páll komin upp at standa í Vágsbotni og standmyndin av Gøtusóparanum er eisini vorðin avdúkað við ráðhúskjallaran á Vaglinum.