Starvsfólk hjá ríkastu fyritøkunum hava fingið 120 milliónir úr Als

Tilsamans tey starvsfólkini helvtina av tí, sum fiskavirkisskipanin rindar út

Áki Bertholdsen
7. juni 2023 kl. 11:13

Hesi seinastu 11 árini hevur fiskavirkisskipanin hjá Als rinda tilsamans slakar 239,7 milliónir í stuðuli til starvsfólk á fiskavirkjum.

Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í Arbeiðsmarknaðarmálum. Fiskavirkisskipanin er fyri stórum atfinningum, tí at ger, at fólk verða heft at einum virki har einki arbeiði er, hóast tað er stórt trot á arbeiðsmegi alla aðrastaðni.

Somuleiðis hevur tað verið átalað, at eisini tær størstu og ríkastu fyritøkurnar í landinum, senda síni starvsfólk í Als tá ið einki arbeiði er eitt skifti.

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu støðan er í fiskavirkisskipani.

Og Ingilín Didriksen Strøm sigur, at hesi seinastu 11 árini, frá 2012 – 2022, hava starvsfólk á alivirkum og á uppsjóvarvirkjum, sum eru tær nógv tær peningasterkastu fyritøkurnar í fiskivinnuni, fingið 120,4 milliónir í stuðuli úr fiskavirkisskipanini. Sostatt hava tey findið gott og væl helvtina, ella 53 prosent, av øllum útgjaldinum.

Landsstýriskvinnan sigur, at hesi seinastu arini er útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini vorðið alsamt størri partur av útgjaldinum hjá ALS. Tað merkir, at nú er fiskavirkisskipanin meiri ein  ískoytis-arbeiðsloysisskipan heldur enn ein fulltíðar-arbeiðsloysisskipan.

Upprunaliga var ætlanin annars, at fiskavirkisskipanin skuldi tryggja fólki á fiskavirkjum eina ávísa inntøku, hóast tey vórðu arbeiðisleys eina stutta tíð.