Statsleiðarar: Putin vísir veikleikatekin

Boðini frá russiska forsetanum, Vladimir Putin, at savna 300.000 hermenn og senda teir til Ukraina er eitt veikleikatekin og vísir, at innrásin í Ukraina er miseydnast. Her eru nakrar av reaktiónunum til sjónvarpstaluna hjá Putin í morgun

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
21. september 2022 kl. 15:59

Boðini frá russiska forsetanum, Vladimir Putin, at savna 300.000 hermenn og senda teir til Ukraina er eitt veikleikatekin og vísir, at innrásin í Ukraina er miseydnast. Tað eru nakrar av teimum fyrstu reaktiónunum frá statsleiðarum, eftir at russiski forsetin hevur boðað frá, at hann fer at senda boð eftir fleiri hermonnum.

Ein ráðgevi hjá Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina, sigur, at talan hjá Putin var, sum tað var væntað frammanundan, og at røðan líktist meira eini roynd at rættvísgera egnar feilir.

– Kríggið gongur ikki, eins og russarnir ynsktu, og tí er Putin noyddur til at taka illa lýddar avgerðir og gera rættindi hjá egnum fólk til skammar, verður ráðgevin siteraður fyri, sambært tíðindastovuni AFP.

Bridget Brink, amerikanska sendikvinnan í Kiev, sigur, at savna ein størri her og at hava fólkaatkvøðu í landaøkjum í Ukraina vísir, at støðan hjá Putin er við at vikna, og at russiska innrásin í Ukraina hevur sligið feil.

– USA fer ongantíð at viðurkenna krøvini hjá Russlandi um hertiknu økini í Ukraina, og vit fara altíð at standa saman við Ukraina, so leingi tað er neyðugt, skrivar Brink á Twitter.  

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, sigur, at tað, at Putin hevur sent boð eftir fleiri hermonnum er eitt tekin um, at russiski forsetin við hesum viðurkennir, at hann hevur verið við undirlutan.

Varakanslarin í Týsklandi, Robert Habeck, sigur, at hetta er enn ein skeiv avgerð úr Russlandi.

Forsætisráðharrin í Niðurlondum, Mark Rutte, sigur, at Putin, við hesari sjónvarpstaluni í morgun, vísir veikleikatekin.

– Hansara retorikkur um kjarnorkuvápn er nakað, ið hann hevur brúkt fleiri ferðir áður, verður hann siteraður fyri í The Guardian.

Talsmaður fyri ES, Peter Stano, sigur, at avgerðin hjá Putin vísir tekin upp á ein mann, ið er trýstur vegna miseydnaðu hernaðarátøkini í Ukraina.

– Hetta er enn eitt prógv um, at Putin ikki er áhugaður í friði, men heldur ynskir at herða stríðið.

Kinverjar mæla til friðarsamráðingar. Wang Wenbin, talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið, ynskir, at umboð fyri stríðandi partarnar seta seg niður og loysa trupulleikarnar við góðum samskifti.

Verjumálaráðharrin í Litava, Arvydas Anasauskas, sigur, at trygdarlið í Litava hava fingið boð um at verða í hægstu tilbúgving. Tað er serliga í samband við økið kring Kaliningrad, ið liggur millum Litava og Pólland, at Litava fyrireikar seg at svara russiskum provokatiónum aftur.

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, var skjótur at endurtaka sín stuðul til Ukraina í morgun og mælti til, at Nato-londini økja sín stuðul til Ukraina. Hann segði millum annað, at Russland hevur í hyggju at oyðileggja Ukraina og taka landaøkir undir seg, og tað má ikki henda.