Stellusa klædnamarknaður í dag

Í dag frá kl. 11 til 16 ber til hjá kvinnum og monnum at endurnýggja seg í Perluni, har forvitnisligur marknaður verður.

Trygvi Danielsen
22. mai 2022 kl. 09:00

Í dag verður boðið inn til ein hugnaligan dag í Perluni á Tórsgøtu, har burðardygt høvi verður at endurnýggja sær klædnaskápið, plátusamlingina, bókahillina, smúkkuskrínið, skógvahillina og helst okkurt afturat.

Tað er nevniliga Stellusa klædnamarknaður við alskyns básum, har fólk selja klæðir og annað. Tað er eitt tiltak, sum Michael Anthony Charles Johannesen og Anita Hansen skipa fyri við endamálinum at minka um klædnaoyðsl við at geva føroyingum møguleikan at lata brúkt klæðir til onnur fyri ein rímiligan penga.

Harafturat er tað eisini eitt gott høvi at hittast og práta ein ljósan sunnudag í mai. Okkurt gott verður at fáa til góman, bæði kaffi, te, døgurði og okkurt leskiligt afturvið. Til ber at gjalda við netbanka appini, men fyrireikararnir heita á fólk um at hava reiðan pening við, um tey vilja keypa okkurt á básunum.

Tiltakið byrjar kl. 11 og endar kl. 16 seinnapartin sunnudag.