Steno Miðstøðin skal betra um viðgerðarmøguleikarnar hjá diabetissjúklingum

Viðgerðartilboðini til fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum verður lyft upp á eitt hægri stig, nú landsstýrið ætlar at taka móti pengum frá Novo Nordisk Fonden

(Mynd: Novo Nordisk Fonden)
Sigurjón Einarsson
3. august 2022 kl. 09:35

Lógaruppskot er lagt fyri Løgtingið, sum skal heimila landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen at taka ímóti pengunum frá Novo Nordisk Fonden. Ætlanin er, at nevndin fyri Novo Nordisk Fonden á nevndarfundi í september fer at taka støðu til samstarvið og góðkenna játtanina, so farast kann undir Steno Miðstøðina frá 1. januar 2023.

Tað sæst at lesa á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Landsstýrismaðurin við heilsumálum, fegnast um tilgongdina higartil og væntar sær nógv av nýggju Steno Miðstøðini og samstarvinum við Novo Nordisk Fonden.

– Vit hava frammanundan eina vælvirkandi diabetesviðgerð, men við nýggju Steno Miðstøðini verða viðgerðartilboðini til fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum lyft upp á eitt enn hægri stig enn í dag. Somuleiðis eri eg glaður fyri, at samstarvið við Novo Nordisk Fonden fer at styrkja granskingina innan diabetes og endokrinologi umframt heilsugransking sum heild í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden hava í eina tíð arbeitt við at gera eina virkisætlan um viðgerðartilboð, fyribyrging og gransking innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur. Hetta er gjørt við støði í umfatandi fyrireikandi arbeiði saman við viðkomandi pørtum. Fleiri arbeiðsbólkar við heilsustarvsfólkum o.ø. eru settir, sum eru komnir við uppskotum um átøk at seta í verk. Virkisætlanin er orðað við støði í uppskotum hjá arbeiðsbólkunum.

Í virkisætlanini eru ein røð av viðgerðartilboðum innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars umframt átøk innan fyribyrging. Talan er ikki bara um virksemið á sjálvari Steno Miðstøðini, men á øllum heilsuøkinum, t.d. hjá kommunulæknunum, sum í høvuðsheitum taka sær av sjúklingum við diabetes typu 2.

Stórur dentur verður harumframt lagdur á at menna og stimbra gransking innan diabetes og endokrinologi umframt granskingarundirstøðukervi.

At hýsa nýggju Steno Miðstøðini, so skal ein uppíbygging gerast á Landssjúkrahúsinum. Talan verður um at byggja uppí verandi bygning C, sum er hvíti bygningurin, ið vendir oman og niðan frá J. C. Svabosgøtu.

Á nýggjárinum byrja tær ítøkiligu fyrireikingarnar at seta tað í verk, sum stendur í virkisætlanini um viðgerðartilboð, fyribyrging, gransking og nýggjan bygning.

Samstarvið við Novo Nordisk Fonden verður galdandi í tíggju ár og verður fíggjað við tilsamans 123 milliónum krónum. Upphæddin skal brúkast til at fíggja tey átøkini, sum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden eru samd um at samstarva um.

– Eftir tey fyrstu tíggju árini verður møguleiki fyri at leingja samstarvið við Novo Nordisk Fonden í fýra ár í senn, skrivar heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum.

Virkisætlanin kann lesast her.