Steypadysturin í Runavík aftur útsettur

Fyri aðru ferð er seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB útsett

Sigurjón Einarsson
27. november 2021 kl. 14:59

Seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB skuldi spælast í dag, men tað er kalt í veðrinum, og tí var dysturin útsettur til í morgin. Men nú er greitt, at dysturin enn einaferð má útsetast – aftur hesa ferð er tað kavi og frost, ið ger seg galdandi, tí hann sigur frá køldum veðri í morgin, sunnudagin, eisini.

Feløgini bæði upplýsa, at dysturin nú er fluttur til mánakvøldið 29. november klokkan 18.

Tá so langt er liðið út á árið, hevur veðrið tað við at arga. Og í ár er heldur einki undantak.

Einasti vøllur í landinum, ið hevur hitaskipan, er Tórsvøllur, og har verður dysturin millum B36 og Víkingur spældur í morgin klokkan 15. Fyrru hálvfinaluna vunnu teir ljósabláu 1-0, við máli sum Martin Klein Joensen skoraði.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16.