StÍF fingið nýggjan venjara

Jón L. Rasmussen gavst sum venjari, eftir at liðið vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti. Nú er greitt, at Ljubica-Buba Hansen skal lyfta arvin eftir Jón, sum var venjari hjá kvinnunum í fleiri ár

Sigurjón Einarsson
1. mai 2021 kl. 14:56

StÍF hevur gjørt sáttmála við nýggjan venjara til besta kvinnuliðið.

Nýggi venjarin er Ljubica-Buba Hansen. Nevndin í StÍF sigur seg vera spenta uppá samstarvið við venjaran, sum fer at byggja víðari á tær dygdir og royndir, sum besta kvinnuliðið hevur, stendur at lesa á heimasíðuni hjá StÍF.

Jón L. Rasmussen gavst sum venjari, eftir at hava vant kvinnuliðið í fleiri ár. Hann vann FM-gull við StÍF-kvinnuliðnum hetta kappingarárið - tað fyrsta hjá strandakvinnum.

Ljubica verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum gentualdursbólkunum.

Ljubica er úr Makedonia, men hevur búð í Danmark síðan 1997. Hon er 47 ár.

Ljubica hevur drúgvar royndir sum hondbóltsleikari í heimlandinum Makedonia og í Danmark. Hon var við til at vinna fleiri meistaraheiti í bestu deild í Makedonia. Hon spældi í fleiri ár við makedonska landsliðnum.

Ljubica hevur verið venjari hjá fleiri barna- og ungdómsliðum í Danmark. Hon hevur eisini drúgvar royndir sum lærari at arbeiða við børnum og ungum.

Ljubica hevur universitetsútbúgving í ítrótti (lisið í Makedonia) og er útbúgvin lærari í Danmark. Hon er eisini útbúgvin fitness-instruktørur.