StÍF gjørt sáttmála við Egill

StÍF hevur gjørt sáttmála við íslendska leikaran Egill Már Hjartarson fyri komandi kappingarár

Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Egill Már Hjartarson, leikari
Sigurjón Einarsson
8. september 2022 kl. 15:06

StÍF hevur gjørt sáttmála við íslendska leikaran Egill Már Hjartarson fyri komandi kappingarár. Egill er 22 ára gamal. Hann spælir høgri bakkur. Egill spældi við í Íslandi við ÍR og Fjølnir seinasta kappingarár. Hann hevur leikt fleiri dystir á ungdómslandsliðum.

Egill sigur hetta um sínar væntanir fyri kappingarárið:

- Eg havi høgar vónir til kappingarárið í StÍF. Eg vil vinna FM. Ið hvussu er skulu vit vera í topp fýra. Eg meti, at vit kunnu røkka hesum, tí vit hava ein góðan og breiðan hóp, sum vil vinna. Vit skulu bara spæla væl, og so er alt opið fyri okkum, sigur hann við heimasíðuna hjá StÍF.