Stíf vann á Kyndli

Kyndil hevur fingið eina slaka byrjan á kappingarárið, meðan Neistin er strokin avstað

Dan Lamhauge
11. oktober 2020 kl. 13:00

Klokkan 16:00 fara tveir dystir í bestu mansdeildini í hondbólti í gongd. Toppliðið Neistin fær vitjan av VÍF. Neistin hevur fult stigatal eftir fyrstu fýra umførini, 8 stig og greitt oddalið. Vestmenningar skulu finna á slóðina aftur, eftir at teir seinast máttu lúta fyri H71 í Hoyvík.

Hin dysturin í dag er í høllini í Kollafirði. Púra óvæntað tapti H71 móti Team Klaksvík seinasta sunnudag. KÍF og H71 hava undan hesum dystinum fýra stig hvørt, so kappingin er enn sera jøvn.

Ein dystur varð spældur í gjár. Tá vóru teir í StÍF á vitjan hjá Kyndli. Hesi bæði liðini hava fingið eina slaka byrjan upp á kappingina og lógu aftast við tveimum stigum hvørt. Hendan dystin vunnu strandingar.

Tað stóð á jøvnum 10-10 í hálvleikinum. Tað stóð eisini á jøvnum 19-19, tá Kyndil tók timeout, og tað restaðu 13 minuttir. Tað var tó StÍF, sum fekk meira burturúr steðginum, tí næstu løtuna løgdu teir sjógv ímillum, og vunnu at enda 28-25. Við sigrinum kom StÍF upp á fýra stig, meðan Kyndil hongur aftast við einans tveimum stigum fyri seks dystir.

Toppskjútti hjá Kyndli var Anders Risdal við átta málum. Jóannes Prestá hjá StÍF fekk sjey mál.