

Stjól fyri nakrar túsund krónur úr handli
Tjóvurin varð tikin heilt stutt eftir
Áki Bertholdsen
14. september 2023 kl. 07:41
Um miðdagsleitið í gjár varð ringt til løgregluna úr einum handli í SMS at melda, at fólk hevði verið inni har og stolið.
Løgreglan sigur, at tjóvurin hevði stolið ymsar lutir - og tað var ikki heilt smávegis, tí tilsamans var talan um eitt virðið upp á nakrar túsund krónur, sum tey málbera seg.
Men tað eru vakmyndatól í handlinum og tey avdúkaði tjóvin og løgreglan sigur, at hann varð handtikin stutt eftir, ikki so langt frá SMS.
Hann er nú skuldsettur fyri stuldurin.