Stóra eSport finalan byrjar nú seinnapartin

Nú seinnapartin í dag verður ársins størsta eSport tiltak á skránni, tá Tik Tok Titans og Clash Team bresta saman í ársins finalu, har vinningar eru fyri 70.000 krónur

Sigurjón Einarsson
30. apríl 2022 kl. 14:44

Hundrað og ein dyst, átjan umfør, tvær kvartfinalur og tvær hálvfinalur seinni eru einans tvey lið eftir í E-sport Effo deildini: Tik Tok Titans og Clash Team.

Finalan verður hjá Effo á Óðinshædd 5 og byrjar klokkan 15.30.

ESport Føroyar skrivar soleiðis Clash Team:

“Vit hava ongantíð sæð eitt lið vera so knívskarpt at taka stýr á spælinum og enda skjótt, uttan at mótstandarin fær møguleika at svara aftur. Liðskiparin Christian Dahl og junglarin Danjal Jákup Hanusarson koyra framá við reinari aggressión, ið sjálvandi altíð hava stjørnuspælaran Hans Petur Djurholm beint aftanfyri sær. Um tað nakrantíð skuldi gingið galið, so eru sterku og vandu veteranarnir Oddur Bech og Haraldur Elmar Enni til reiðar at lofta spælinum og koyra tað heim, sum eftir er. Eitt lið, sum altíð noyðir fíggindan at standa á bakbeininum og ongantíð loyvir teimum ein steðg frá áganginum. Clash Team hevur stytstu spølini í allari Effo Deildini, tí teir eru bara so góðir”.

Hinumegin stendur hitt finaluliðið, Tik Tok Titans. Um Titans skrivar eSport Føroyar:

“Teir liva veruliga upp til navnið, teir hava kosið, tí hetta er sanniliga eitt superlið við risum úr føroysku League of Legends scenuni. Allir samlir hava rakt Master rating, sum longu setir teir í topp 0.16% í øllum heiminum. Hetta er eitt lið, sum koyrir á reinum talenti frá sínum einstøku spælarum. Teir vinna so at siga altíð hvør sær sín part av spælinum, og tá teir so seta seg saman, so er onki, ið megnar at steðga teimum. Teir hava eina vandamikla duo, Heini Sjóvará og Regin Ingi Midjord, sum altíð tryggja sær stórar fyrimunir í Bot. Sámal Fagraklett í Mid livir upp til eftirnavnið Fagraklett sum ein fastur og sterkur klettur at bjarga spælinum, um tað miseydnast aðrastaðni. Nýggi og eldhugaði Andrias Rønne Olsen koyrir á sínum ótrúliga góðu einstøku eginleikum at vinna á hvørjum einasta fígginda, hann møtir í Top. Tí hevur liðskiparin Kristin Rønne Olsen í Jungluni ríkiligt av dugnaligum spælarum við sær at tryggja sigur ímóti øllum mótstandarum, ið standa fyri teimum og meistaraheitinum”.

Finalan verður avgjørd hetta vikuskiftið og byrjar klokkan 15.30 hjá Effo í Óðinshædd 5, tá bestu liðini í Føroyum fara at berjast um steypið og 70.000 krónur í vinningum.