Stórar broytingar í miðverjuni: Her er byrjanaruppstilling hjá Føroyum ímóti Luksemborg

Stórar broytingar eru í føroysku miðverjuni í byrjanaruppstillingini, orsakað av bæði leikbann og skaðum.Millum annað er miðverjan mannað av nýggjum við Heina Vatnsdal og Sonna Ragnar Nattestad

(Mynd: Hans Erik Danielsen).
Kristian Waag Dam, Luksemborg
14. juni 2022 kl. 18:32

Ivamálini undan dystinum

Undan dystinum ímóti Luksemborg hava fleiri ivamál verið um byrjunaruppstillingina. Odmar Færø hevur leikbann, Hørður Askham fekk ein snudd í dystinum ímóti Litava og haraftrat verður Jákup B. Andreasen ikki við til dystin í kvøld, orsakað av próvtøku. Talan hevur eisini verið um, at summir av føroysku leikarunum møguliga hava leikt ov nógv. Bakkarnir, Viljormur Davidsen og Gilli Sørensen, hava báðir leikt allar undanfarnu dystirnar í Nations Leage-kappingini.

Føroyar spæla við 4-5-1 uppstillingini

Teir 11, sum byrja ímóti Luksemborg, eru hesir: Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Meinhard Egilsson Olsen, og fremsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen. Sostatt er talan um eina 4-5-1-uppstilling hjá føroyska landsliðnum.

Leikararnir á bonkinum eru hesir: Kristian Joensen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Mads Boe Mikkelsen, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Daniel Johansen, Jóan Símun Edmundsson, Hannes Agnarsson, Ári Mohr Jónsson, Heðin Hansen og Patrik Johannesen.

Fýra broytingar

Fýra broytingar eru gjørdar frá dystinum ímóti Litava. Higartil hevur landsliðsvenjarin bert brúkt Odmar Færø og Hørður Askham í miðverjuni í byrjanaruppstillingini, men leikbann og møguliga ein snuddur frá seinasta dysti eru við til at hvørgan byrja inni. Sigast skal, at Hørður Askham er á bonkinum, men fekk ein snudd ímóti Litava, hvørt tað er tí hann byrjar á bonkinum er undirritaða óvist.

Nýggja føroyska miðverjan í dag, er Sonni Ragnar Nattestad og Heini Vatnsdal. Eisini er føroyski liðskiparin, Hallur Hansson, aftur at síggja á miðvøllinum hjá Føroyum. Hann spældi undanfarnu dystirnar ímóti Turkalandi og Luksemborg, men sat á bonkinum ímóti Litava. Leikbannið hjá Rene Shaki Joensen er av, og er hann tí aftur at síggja millum teir fyrstu 11.

Dysturin millum Føroyar og Luksemborg á Stade de Luxembourg verður bríkslaður ígongd klokkan 19:45 føroyska tíð.