

Ongantíð áður hava so nógv børn og ung luttikið til Skúlafótbólt, sum í ár. Hesum boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivið. Samanlagt luttóku 2.208 næmingar á tí árliga tiltakinum í Marhøllini á Oyrunum.
Hósdagin í farnu viku var seinasta umfarið í Skúlafótbólti avgreitt, tá 1. og 2. flokkar løgdu leiðina til Vágs í Marghøllina á Oyrunum til Skúlafótbólt. Samanlagt kappaðust 389 børn í 1. og 2. flokki henda dagin.
Í mun til vanligar fótbóltskappingar í Føroyum, so er Skúlafótbóltur einasta fótbóltskapping, har spælt verður í blandaðum liðum. Hesin tátturin er eisini millum teir best umtóktu: 992 børn og ung hava í ár kappast á blandaðum liðum.
Skúlafótbóltur verður aftur í heyst, men í eini víðkaði útgávu. Ætlanin er, at serbreytirnar eisini skulu sleppa uppí part. Tískil verður eisini skipað fyri skúlafótbólti fyri serbreytirnar.
- Takk fyri í ár – okur síggjast í heyst, skriva fyrireikararnir at enda í tíðindaskrivinum.