Størsti føroyski landabásurin á fiskavørumessu í Barcelona

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flutti í ár úr Brússel til Barcelona. Níggju føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar á føroyska landabásinum, sum í ár var tann størsti nakrantíð. Eisini hevði føroyski landabásurin fingið nýtt snið

(Mynd: Vinnuhúsið)
Sigurjón Einarsson
2. mai 2022 kl. 14:53

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global varð hildin í døgunum 26.-28. apríl í Barcelona, eftir at hava verið avlýst í tvey ár á rað orsakað av korona. Føroyskir fiskaútflytarar og undirveitarar teirra vóru eisini í ár væl umboðaðir á fiskavørumessuni.

Messan varð í ár flutt úr Brússel til Barcelona, tí messan var vorðin ov stór til umstøðurnar í Brussel.

Føroyski landabásurin var í ár víðkaður, so hann samanlagt var 308 fermetrar, sum er tað størsta hann nakrantíð hevur verið. Landabásurin var plaseraður í fyrstu høllini aftaná høvuðsinngongdina. Eisini hevði føroyski landabásurin fingið nýtt snið, ið Sansir hevði sniðgivið.

Føroyskur landabásur hevur verið á Seafood Expo Global, síðan messan byrjaði fyrst í 90-unum, tá hon byrjaði sum ein lítil messa í Brússel . Fyrstu tíðina samskipaði Menningarstovan føroysku messuluttøkuna, men seinni árini hevur Vinnuhúsið samskipað føroyska landabásin.

Kelda og myndir: Vinnuhúsið/industry.fo