Stóru smittutølini: Delta fer innum við tiltøkunum

Orsøkin til høgu smittutølini er, at nú vit nærkast vetrinum, er deltafrábrigdið fylgir við innum dyrnar til øll tey stóru innanduratiltøkini, metir landslæknin.

Steinar Patursson
21. oktober 2021 kl. 14:37

Nýggjastu tølini hjá landslæknanum vísa, at koronusmittan í Føroyum økist. Heili 26 tilburðir vórðu staðfestir í gjár.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, metir tó ikki, at neyðugt er at krevja kanning við komu til landið aftur fyri at steðga smittuni, tí hann metir ikki, at samband er við hetta.

- Eg haldi ikki, at tað rættiliga hevur nakað við hvørt annað at gera. Hetta er fyrstu ferð, at vit fara inn í heystið og veturin deltafrábrigdinum. Tað er deltafrábrigdið, ið fer innandura við øllum teimum tiltøkunum, sum tey ungu hava; seturskúlar og samkomur, har tey liggja nátt, sigur landslæknin.

- Tað er har, sum vit síggja, at smittan ger um seg, og so fara tey ungu heim og smitta foreldur teirra.

Landslæknin hevur ikki tøl til taks, ið siga, hvussu nógv av teimum smittaðu eru koppsett, men hann sigur, at summi av teimum vaksnu, ið verða smittað av børnum sínum, eru koppsett.

Landslæknin sigur eisini, at í løtuni eru heilsuverk úti í Evropa, millum annað í Stórabretlandi, ið eru um at hokna undir stóra trýstinum, og tað er tann støðan, sum allatíð verður roynt at sleppa undan í Føroyum.

- Men vit hava ongar innleggingar her uppi, so tað er eitt gott tekin.

Til spurningin, hvørt vit skulu vænta ein vetur við sama smittutrýsti sum í løtuni, sigur landslæknin, at tað er torført at spáa um, men at smittutalið er vaksandi í løtuni.

Landslæknin sigur hinvegin, at summastaðni óttast serfrøðingar, at vit kunnu vera á veg inn í eina influensatíð.

- Og kemur bæði korona og influensa í senn, kann tað vera, at tað verður verri. Tað vita vit ikki, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.