Stórur banki vendir Trump baki: Óttast fyri sínum umdømi

Størsti lánveitarin hjá Donald Trump, Deutsche Bank, noktar fyri at veita forsetanum fleiri tænastur

Sigurjón Einarsson
12. januar 2021 kl. 15:45

Ófriðurin á Capitol Hill í síðstu viku fær enn avleiðingar fyri amerikanska forsetan, Donald Trump. Twitter stongdi kontuna hjá honum í óavmarkaða tíð leygardagin, meðan golfsamgongan, PGA, ikki fer at nýta hansara golfvøllir í framtíðini til kappingar, og nú er tað týski bankin Deutsche Bank, ið hevur fingið nokk av Trump.

Stóri týski bankin vil ikki longur verða settur í samband við Trump vegna ófriðin í síðstu viku, har nógv Trump-viðhaldsfólk, væl eggjaði av forsetanum, lupu á amerikonsku Kongressina.

Tað skrivar týska blaðið, Handelsblatt.

Bankin ber ótta fyri, at tað fer at skaða teirra umdømi, um tey framhaldandi fara at veita Trump fíggjarligar tænastur. Tað vita fleiri keldur, ið hava tætt tilknýti til bankan. Deutsche Bank hevur ikki nakra viðmerking til málið.

Donald Trump hevur eina skuld á 340 milliónir dollarar í Deutsche Bank, har talan er um trý sløg av lánum: Eitt lán í einum golffelag í Miami, eitt lán til eitt marglætisgistingarhús í Washington DC og eitt lán í einum gistingarhúsi í Chicago.

Sambært upplýsingum, ið Handelsblatt hevur innlit í, so skal skuldin rentast og afturgjaldast til bankan í seinasta lagi í 2024.

Bæði bretska blaðið The Guardian og amerikanska New York Times vita meira í staklutum um málið.