Strandalondini fara at áseta sær sínar egnu makrelkvotur

Fiskifrøðingar óttast fyri, at strandalondini fara at halda fram at ovfiska makrel í Norðuratlantshavi, nú londini eru ósamd um kvotur

Sigurjón Einarsson
6. desember 2021 kl. 15:50

Ovfisking eftir makreli í Norðuratlantshavi fer at halda fram.

Tað óttast fiskifrøðingar, hóast strandalondini Føroyar, Grønland, Ísland, Norra, Stórabretland og ES í samráðingunum í London seinast í oktober vórðu samd um at fylgja tilmælunum frá ICES.

ICES mælir til eina samlaða kvotu á 794.920 tons av makreli í 2022. Men londini kunnu ikki semjast um býti av kvotum. Hetta hevur við sær, at londini sjálvi avgerða støddina av sínum egnu makrelkvotum næsta ár.

Úrslitið verður, at strandalondini fara at brúka tilfeingið í havinum sum eitt sjálvtøkuborð, heldur fiskifrøðingurin, Jan Arge Jacobsen frá Havstovuni.  

– Londini er komin ásamt um samlaða loyvdu mongdini (TAC), men tey eru ikki samd um, hvussu kvotan skal deilast millum tey. Tí kunnu vit rokna við tí, at um londini gera tað sama í 2022 sum í 2021, so verður tað makrelurin ovfiskaður við 40 prosentum ella meira, enn ICES mælir til. Øll eru greið yvir, at tað er ikki burðardygt, sigur fiskifrøðingurin Jan Arge Jacobsen frá Havstovuni við grønlendska miðilin Sermitsiaq.

Øll samráðingarlondini í London: Føroyar, Grønland, Ísland, Norra, Stórabretland og ES, umframt Russland, sum hevur eygleiðarastøðu, fara at áseta sær sínar egnu kvotur 2022 – eins og tey gjørdu í 2021.

– Tað er harmiligt, at tað verður ovfiskað, og tað gongur ikki í longdini. Tað endar galið, sigur Jan Arge Jacobsen, deildarleiðari og fiskifrøðingur á Havstovuni, sum eisini er limur í vísindaligu nevndini í ICES.