Strandingar fáa ítróttarhøll

Sjóvar kommuna hevur játtað tíggju milliónir krónur til at fyrireika og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum

Sigurjón Einarsson
22. november 2022 kl. 15:45

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt einmælt at játta tíggju milliónir krónur í 2023 til at fyrireika og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum. Hetta hendi mánakvøldið 21. november, tá ið fíggjarætlanin fyri 2023 varð endaliga samtykt.

Høllin verður staðsett sunnan fyri bygdahúsið.

Hetta merkir samstundis, at strandingar nú fara at fáa sína egnu ítróttarhøll.

– StÍF fegnast um, at Sjóvar kommuna nú fer at gera dreymin um ítróttahøll til veruleika. StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta, í fyrstu atløgu, tíggju milliónir krónur, er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri, skrivar hondbóltsfelagið á heimasíðu sínari.

Felagið sigur, at tað er týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll verður bygd á Strondum. Felagið sigur, at tað er veruliga tørvur á einari høll aftrat – afturat høllini á Skála.

– At byggja ítróttarhøll er ein søguliga stór og neyðug íløga fyri kommununa, sum fer at skapa trivnað og vøkstur. Høllin verður til stórt gagn fyri borgarar, ítrótt, vinnulív og mentan.

– StÍF ynskir Sjóvar kommunu góða eydnu við hesi framskygdu verkætlan, og vilja vit vera ein konstruktivur viðleikari í hesi tilgongd, skrivar hondbóltsfelagið.