Stuldur og herverk, men annars ein friðarlig nátt

Hóast nógv fólk var í býnum leygarnátt, hevur løgreglan ikki havt nógv at gera, sambært vaktarleiðaranum. Ein varð tikin í at stjala, ein noyddist at verða førdur úr eini skeinkistovu, og grót varð grýtt á eina tekju á Argjum.

Rannvá Næs Hoydal
18. september 2022 kl. 13:00

Boð varð í nátt sent eftir løgregluni at leiða ein gest út úr eini skeinkistovu, sum ikki vildi fara haðani.

Ein ungur drongur varð eisini tikin í at stjala í einum handli. Foreldur hansara og sosialir myndugleikar fáa boð um hetta.

Á Argjum grýtti onkur grót á eina húsatekju, sum síðani rullaði omanav og niður á bilin hjá viðkomandi, ið búði har.

Umframt hetta toku ferðakanningar í Kollafirði tveir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt.