Styrkilyftingarkapping í trimum umførum

Styrkilyfting (power lifting) tekur alt meira dik á seg í Føroyum, og nú skipar Føroya Styrkisamband fyri kapping í styrkilyfting í trimum umførum.

Mynd: Føroya Styrkisamband.
Rannvá Næs Hoydal
27. august 2022 kl. 19:29

Styrkilyfting er ein ítróttargrein, har hvør luttakari lyftir tað tyngsta hann ella hon megnar á tríggjar ymsar hættir: beinbend (squat), bonkpress (bench press) og rættstøðulyft (deadlift). Samlaða vektin, sum verður lyft er so endaliga úrslitið hjá luttakaranum.

Føroyameistarastevna í styrkilyfting varð hildin á fyrsta sinni á Føroyaleikum í summar. Her gjørdist Vár Guriardóttir Hansen føroyameistari hjá kvinnum, við tilsamans 365 kg, og Rógvi Sørensen gjørdist føroyameistari hjá monnum, við tilsamans 580 kg.

Í dag var fyrsti kappingarliður í eini styrkilyftingarkapping, sum Føroya Styrkisamband skipar fyri, hildin í Tvørmegi í Havn. Hesu ferð var tað beinbend, sum var á skránni. 3 lyftarar luttóku í dag, og Eyðstein Simonsen gjørdist vinnari av hesum umfari, við 182 kg.

Síðani verða tvær aðrar kappingar hildnar komandi leygardagarnar, við bonkpressi 3. september kl. 14 í Burn, og rættstøðulyfti 10. september kl. 13 í Yndi.

Kappingin fylgir reglunum hjá Føroya Styrkisambandi; hetta vil siga, at góðkendir dómarar verða nýttir, og altjóða dopingreglur verða fylgdar. Styrkilyfting er ein vaksandi ítróttargrein í Føroyum, og Føroya Styrkisamband arbeiðir í løtuni fram ímóti at útvega Føroyum limaskap í IPF (International Powerlifting Federation), sum krevur, at javnan verður skipað fyri kappingum.

Mynd: Føroya Styrkisamband.Mynd: Jens Kr. Vang.Mynd: Føroya Styrkisamband.