Styttri arbeiðsviku fyri at venja meira

Andrass Johansen hevur valt at hava eina styttri arbeiðsviku, so hann kann venja meira. Hetta, tí hann ynskir at liva av fótbólti. Andrass kennir seg væl móttiknan í hópinum, nú hann er við landsliðnum fyri fyrstu ferð

Andrass Johansen úr B36 er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
20. september 2022 kl. 14:56

Vilnius: Andrass Johansen er fyrstu ferð við A-landsliðnum, nú landsliðið fyrireikar seg til landsdystin móti Litava hóskvøldið. Men hóast hann er nýggjur maður í føroyska hópinum, so kennir hann seg væl móttiknan av spælaranum, venjarum og landsliðstoymið.

Í summar valdi Andrass Johansen at satsa meira upp á fótbóltin, ið hann ætlar at liva av, og tí hevur hann millum annað valt at hava eina styttri arbeiðsviku, so hann kann venja meira.

Hoyr samrøðu við Andrass Johansen her: