Suðuroyar Sparikassi hækkar eisini renturnar

Boðini koma í kjalarvørrinum á, at Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava hækkað renturnar

Steinar Patursson
7. november 2022 kl. 13:08

Suðuroyar Sparikassi boðar í dag frá, at eisini hann fer í næstum at hækka innláns- og útlánsrenturnar.

- Sum væntað hækkaðu bæði Evropeiski miðbanking og danski tjóðbankin aftur rentuna herfyri við ávíkavist o,75 prosentstigum og 0,60 prosentstigum, sigur Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi í dag og ger greitt, at sparikassin fer at hækka innlánsrenturnar við upp til 0,70 prosentstigum og útlánsrenturnar við upp til 0,50 prosentstigum.

Frammanundan hava bæði Bank Nordik, Betri banki og Norðoya sparikassi boðað frá rentuhækking á bæði innláns- og útlánsrentunum.