Suðuroyar Sparikassi hækkar rentur

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu tíðina, og at rentan hjá danska tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Suðuroyar Sparikassi rentuna tann 1. september í ár

Kristian Waag Dam
25. juli 2022 kl. 14:41

Suðuroyar Sparikassi hækkar rentur, soleiðis ljóða stuttu og greiðu boðini frá Suðuroyar Sparikassa í dag. Bankin hevur fyri løtu síðan boðað frá hesum í tíðindaskrivi.

Rentuhækkingin kemur í kjalarvørrinum av, at bæði evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin í síðstu viku boðaðu frá, at rentan hækkar 0,50 prosentstig upp á minus 0,1 prosent.

Rentubroytingin hjá tjóðbankanum verður framd fyri at tálma høgu inflatiónini og gjøgnum hægri rentu at gera tað dýrari at fremja íløgur og meira skynsamt at spara pening upp.

Suðuroyar Sparikassi fylgjur fótasporunum hjá øðrum føroyskum bankum. Í síðstu viku hækkaðu bæði BankNordik og Betri Banki sína rentu.

Rentubroytingin hjá Suðuroyar Sparikassa merkir, at rentan á innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka í næstum.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,4%-stigum p.a.

Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,5%-stigum p.a.

- Framyvir verður tað eitt sindur dýrari at læna pening, meðan kundarnir við innláni skulu gjalda minni í negativari rentu, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Rentubroytingin fær gildi 1. september, og lýst verður í miðlunum í næstum.