Suðuroyingar stúra: Posta yvirtekur útberingina av heilivági í sunnaru helvt av oynni

Apoteksverkið hevur avgjørt, at framyvir verður tað Posta, ið skal koyra medisin út í Suðuroynni – eins og tað verður gjørt á hinum apotekunum í Føroyum, og tað eru fólk í sunnara parti av Suðuroynni alt annað enn fegin um

Sigurjón Einarsson
17. mai 2022 kl. 11:59

Í sunnaru helvt í Suðuroy ganga nógv fólk og stúra í hesum døgum, nú Apoteksverkið hevur gjørt av, at Posta framyvir skal bera medisinið út til fólk.

– Jeg havi trupulleikar við hjartanum, so jeg taki nógv medisin hvønn dag. Jeg havi havt møguleika at fáa medisin um morgunin ella um kvøldið, men nú veit jeg ikki, hvussu tænastan verður frameftir, sigur vágbingurin Pidde Strøm.

Í fleiri ár hava privatfeløg tikið sær at útkoyringini av medisini í sunnaru helvt í Suðuroy, men mikudagin í síðstu viku skrivaði Suðuroyar apotek á sínum Facebook-vanga, at:  

“Í samband við umlegging av okkara KT-skipan, sum verður tikin í nýtslu mánadagin 16. mai 2022, verður ein broyting framd í samband við útbering av heilivági til okkara viðskiftafólk.

Eins og hinum apotekunum í Føroyum, er tað nú álagt okkum, at Posta framyvir fer at avgreiða útberingina.

Forskriftir, ið eru okkum í hendi áðrenn klokkan 14 hvønn gerandisdag, verða so vítt møguligt avgreiddar, og latnar Posta til útberingar sama dag.

Vit vóna, at øll fara at taka væl ímóti okkara nýggju tænastu”, skrivar Suðuroyar apotek á Facebook.

– Er tað veruliga KT-skipanin sum ger, at útberingin av medisini í sunnari helvt ikki kan berast út av privatum, so haldi jeg, at Apotekvarkið eigur at finna annan KT-ekspert, sigur Pidde Strøm spyrjandi.

Hann undrast, hví ein almenn fyritøka tekur eina veiting, sum eitt privat felag hevur rikið, men nú hevur givið einum øðrum almennum felag at átaka sær veitingina framyvir.

– Apoteksverkið tekur eina tænastu burtur, sum hevur verið rikið av privatum í ein hálvan mansaldur, tí nú skal Posta – eitt annað alment felag – so absolutt hava hetta um hendi. Nær kunnu okur so vænta at fáa pakkarnar fram?, spyr Pidde.

– Jeg skilji ikki, hví mann skal broyta eina skipan, sum hevur riggað væl, sigur Pidde.

Petur Strøm - ella Pidde, sum hann eisini verður nevndur - undrast, hví ein skipan skal broytast, sum hevur riggað væl (Mynd: Facebook/Pidde Strøm)

Løgtingsmaður spyr landsstýrismannin um útberingina
Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett avvarðandi landsstýrismanni ein grein 52-spurning, nú Posta hevur yvirtikið útkoyringina, har hann vil hava svar upp á hesar spurningar:

1. Hví kann góða tænastan, har privat fólk koyra heilivág út frá Suðuroyar Apoteki, ikki halda fram?

2. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at tænastan til brúkaran framyvir verður á sama høga støði?

3. Hvussu nógvar privatar tænastur á heilsuøkinum skal Posta yvirtaka, sum feløg og einstaklingar veita til føroyingar?

– Tænastan hevur riggað framúr væl, og fólk hava verið væl nøgd við hana. Tí kann mann ivast í, um tænastan framyvir verður tann sama. Hetta setur eisini spurnartekn við, hvussu nógv Posta skal yvirtaka av privatum tænastum á heilsuøkinum, sum einstaklingar og feløg veita, skrivar Henrik Old í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Vágbingar stúra
Inni á Facebook-bólkinum, Vágbingar! eru tað eisini mong, ið stúra, hvussu tað verður frameftir, nú Posta skal bera medisinið út.

Ein brúkari skrivar, at “tað kemur meira enn so fyri, at borgarin bíleggur heilivág í síðstu løtu, tí tey gloyma tað vegna aldur. Tá kann tann eina tablettin, ið er lívsneyðug, koma ein dag ov seint, tí viðkomandi ikki er heima, tá Posta kemur. Higartil hava øll vitað, at heilivágurin kemur um/eftir nátturðatíð”.

Eisini eru tað nøkur onnur fólk inni í bólkinum, sum spyrja, um tað nú verður dýrari at fáa heilivág.

“Fer Apoteksverkið at átaka sær kostnaðin fyri, at Posta koyrir heilivág út?, spyr ein annar brúkari á Facebook-bókinum, Vágbingar!

Posta byrjaði útberingina av heilivági í sunnaru helvt í Suðuroy í gjár, og fyri Pidda verður tað enn sum áður neyðugt at fáa sítt medisin, hóast ein nýggjur veitari nú kemur við medisininum.

– Jeg skal nokk venja meg við nýggjar mannagongdir, men tað verður spennandi at vita, hvussu tað fer at ganga tað heila, sigur Pidde Strøm, sum má taka heilivág hvønn dag fyri hjartað.

Dimmalætting hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Posta og Apoteksverkið. Posta vísur til Apoteksverkið, men Hjalti Gunnarstein, landsapotekari hevur ongar viðmerkingar til málið.

Um Apoteksverkið

Apoteksverkið hevur til endamáls at framleiða, flyta inn, flýggja út, upplýsa um, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág. Landsapotekarin umsitur almenn mál apoteksverkinum viðvíkjandi.

Apoteksverkið er stovnur undir Landsstýrinum, sum ásett í Løgtingslóg nummar 104 frá 5. september 1988 við seinni broytingum.

Apoteksverkið umfatar landsapotekaraembætið, framleiðsluapotekið og tey fimm apotekini.