Á tíðindamiðlinum, www.in.fo, hevur ein bilførari og býráðslimir øtast um, at tað er loyvt at súkkla og renna ígjøgnum Húsareynstunnilin.
Les meiri her: https://in.fo/news-detail/fullkomiliga-oert-at-renna-og-sukkla-i-husareynsatunlinum
Og her: https://in.fo/news-detail/so-pura-samdur-vid-taer-hildur-jensdottir
Býráðið staðfestir í eini frágreiðing í dag, at súkklur eru ein partur av ferðsluni, eisini í Húsareynstunlinum.
– Alsamt fleiri fólk eru farin at súkkla og tí verður tað ein alsamt vanligari partur av ferðsluni, siga tey í býráðnum.
Tað er loyvt at súkkla ígjøgnum næstan allar tunlar í landinum og tað er nettupp tí at súkklan eisini verður mett at vera ein partur av ferðsluni.
Tað er bara í Sandoyartunlinum og Eysturoyartunlinum, at tað ikki er loyvt at súkkla. Men teir eru eisini 11 kilometrar langir hvør, har afturímóti at Húsareynstunnilin er 1,8 kilometrar langur.
Tá ið húsareynstunnilin varð lagdur til rættis, varð súkklubreyt ikki við í ætlanini. Tað var tí, at hetta hevði dýrkað verkætlanina so nógv, at hon vandi var fyri, at hon hevði dottið niðurfyri.
– Hinvegin varð einki avgjørt um, at súkklur, og fólk til gongu, ikki skuldu kunna brúka tunnilin, sigur býráðið.
– Tað hevur verið ført fram, at Húsareynstunnilin er ein kommunalur tunnil, men ferðslulógin er galdandi fyri allar tunlar, og tað eru eisini aðrir tunlar í landinum, sum eru í somu kommunu.
– Tað er ivasamt, um tað er vandamiklari at súkkla í Húsareynstunlinum enn í til dømis Leirvíkartunlinum, har tað koyra nøkunlunda líka nógvir bilar sum í Húsareynstunlinum, men sum er landsvegur har tað er loyvt at koyra 80.
Tórshavnar býráð sigur, at tað finnast skipanir, sum sjálvvirkandi ávara bilførarar um, at súkklur, ella fólk til gongu, eru í tunlinum.
– Tað kann hugsast, at ein slík skipan í framtíðini verður sett upp við Húsareynstunlinum fyri at gera trygdina upp aftur betri, sigur býráðið.
Men tey minna eisini á, at tað er avgerandi, at øll ferðandi í tunlinum hugsa seg um og hava lyktir, endurskin og ljós klæðir, leggur býráðið afturat.