Sunda kommuna er vorðin partur av Vanganum

Í dag hevur Sunda kommuna boðað frá, at kommunan gert partur av Vanganum. Hetta merkir at borgararnir í Sunda kommunu nú fáa atgongd til fleiri talgildar tænastur í Vanganum

(Mynd: Sunda kommuna).
Kristian Waag Dam
23. juni 2022 kl. 15:56

Í dag hevur Sunda kommuna boðað frá, at kommunan gert partur av Vanganum. Hetta merkir at borgararnir í Sunda kommunu nú fáa atgongd til fleiri talgildar tænastur í Vanganum.

Sambært Sunda kommunu, fer samstarvið at viðføra, at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og skjótari. Millum annað kunnu borgarar fara inn í Vangan at søkja um millum annað dagstovnapláss, byggiloyvi og boða frá flyting. Eisini hevur borgarin møguleika, at fylgja við viðgerðargongdini og sær nær eitt mál er liðugt viðgjørt. Sambært heimasíðuni hjá kommununi, so fegnast kommunan um samstarvið.

- At vera ein partur av Vanganum er fyri Sunda kommunu líka sjálvsagt sum at tað lýsir fyri degi.

Talgilda tilgongdin í Sunda kommunu er áhaldandi, og hava allir býráðsfundir verði talgilt stroymdir á netinum síðan 2013, og flutti kommunan seg í talgildaheimin í 2015 við at gerast pappírleys.

Sum ein stór og spjødd kommuna hevur tað avgerandi týdning, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis atgongd til okkara borgaratænastu í teirra nærumhvørvi, og við Vanganum røkka vit nú út í hvørja bygd, hvørt hús og næstan hvønn lumma í Sunda kommunu, samstundis sum ljóskaðal verður lagdur í nærum hvørt hús.” sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, á heimasíðuni hjá kommununi.

Sunda kommuna er longu at finna inni á Vanganum.