Sunda kommuna sett 45 milliónir av til íløgur

Á býráðsfundi á Oyrarbakka mánakvøldið samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2023. Á fíggjarætlanini fyri 2023 eru 45,2 milliónir krónur settar av til løguútreiðslur

(Mynd: Sunda kommuna).
Kristian Waag Dam
30. november 2022 kl. 13:10

Á býráðsfundi á Oyrarbakka mánakvøldið samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2023.

Inntøkurnar eru mettar til 95,6 milliónir krónur. Raksturin verður mettur til 84.4 milliónir krónur, ið er 3,8 prosent hægri enn á fíggjarætlanini fyri 2022. Rakstraravlopið er sostatt 11,2 milliónir krónur. Aftur í ár eru nakrar raðfestingar á rakstrarsíðuni, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár.

Á fíggjarætlanini fyri 2023 eru 45,2 milliónir krónur settar av til løguútreiðslur, meðan mettu løguinntøkurnar eru 5,1 milliónir krónur. Tann størsta løgan á 22,5 milliónir krónur er til útstykkingar, har útstykkingarætlanin á Oyrarbakka er størsti parturin, meðan 12 milliónir krónur eru játtaðar til brúnna um Stórá, ið er farleiðin millum Hvalvík og Streymnes og uppraðfesting av kommunalu vegunum.

Umframt hesar løgur hevur býráðið játtað pening til millum annað 2. byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík, umvælingar á Mørkina, vetrarfriðing, grøna orkuskiftið, vinnu og ferðavinnu, skúlaøkið, trivnaðarøkið og aðrar smærri verkætlanir.

Rakstrar-, løgu- og útlansætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2023 verður mett til 28,9 milliónir krónur. Ætlanin er at løgurnar verða fíggjaðar við lántøku, so hvørt tørvur er á tí, upp til 70.000.000 milliónir krónur.