Sunnudagin verður marathon í Havn

Tey gera tað í Reykjavík, í Stockholm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Tórshavn. Aftaná tvey ára marathonsteðg verður Føroya einasta marathon endiliga aftur

Kristian Waag Dam
10. juni 2022 kl. 13:06

Sunnudagin 12. juni, er ætlanin at fylla høvuðsstaðin við glaðum og spentum føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon ella styttri teinar. Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og enn ber til at melda til á torshavnmarathon.com.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á tiltakið og súkla saman við fremstu rennararnum.

Ítróttarfelagið, Bragdið, og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin 12. juni verður ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara. Startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður latið á Vaglinum sunnudagin 12. juni kl. 13.00.

- Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag, skrivar Bragdið í tíðindaskrivið. Har heitt verður á fólk, at koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars.

Runnið verður av Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund, og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið.

Strandferðslan hevur boðað frá, at broytingar vera í ferðaætlanini sunnudagin: í tíðarskeiðnum frá klokkan 13 til klokkan 19 koyrir leið 400 til og frá á Oyggjarvegnum.

Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook og Instagram síðuni hjá Tórshavn Marathon.