Super League-stovnari: Útbrótaraliga verður neyvan veruleiki

Ætlanin við European Super League hevur onga framtíð, sigur ein av stovnarunum, Andrea Agnelli

Sigurjón Einarsson
21. apríl 2021 kl. 14:15

Útbrótaraligain European Super League verður neyvan veruleiki, sigur næstformaðurin fyri Super League og eigarin av Juventus, Andrea Agnelli, sambært Reuters.

Boðini koma, eftir at øll tey seks ensku Premier League-feløgini trektu seg seint í gjárkvøldið.

Agnelli dugir ikki at síggja, at hendan ætlanin nú verður veruleiki einaferð í framtíðini.

- Fyri at vera ærligur, nei, tað rokni eg ikki við verður so. Nú sær tað torført út, sigur Agnelli við Reuters.

Nú hevur Atlético Madrid eisini trekt seg

Spanska fótbóltsfelagið Atlético Madrid hevur nú eisini alment trekt seg frá ætlaðu Super League.

Tað upplýsir La Liga-felagið á sínari heimasíðu í dag.

Hetta kemur í kjalavørrinum av útsagnini hjá Andrea Agnelli fyrr í dag, at ætlanin neyvan verður veruleiki.

Nú eru einans fýra feløg eftir av teimum 12, ið ætlaðu at gera sína egnu Super League. Nú siga miðlar, at tað nokk bara er ein spurningur um tíð, áðrenn Milan eisini meldar seg úr ætlanini.

Her er eitt lítið yvirlit yvir feløgini, sum enn eru við og tey, ið hava trekt seg úr Super League-ætlanini:

Framhaldandi við í Super League

Barcelona

Real Madrid

Juventus

Milan

Hava trekt seg úr Super League

Arsenal

Chelsea

Liverpool

Manchester City

Manchester United

Tottenham

Inter

Atletico Madrid