Svar um verkfall í morgin
Samráðingarnar endaðu í farnu viku og í morgin svara sjúkrarøktarfrøðingarnir um tey fara í verkfall
Árni Gregersen
18. september 2023 kl. 13:07
Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaðu semingsuppskotið um nýggjan sáttmála við landsstýrið hóskvøldið.
Síðani hevur onki formligt samband verið millum partarnar.
Óluva í Gong, forkvinna, sigur, at tey hittast í morgin og tá verður støða tikin til, hvat víðari skal henda.
Samráðingarnar hava verið drúgvar og endaðu við einum semingsuppskoti, sum altso sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru ikki millum teirra, sum landsstýrið hevur givið lyfti um lønarlyft.