Svartkjaftafiskiskapurin veruliga farin í gongd

Ídnaðarskipini royna nú fyri tað mesta eftir svartkjafti. Her er eitt lítið yvirlit yvir landingar í síðstu og part av hesi vikuni

Sigurjón Einarsson
21. apríl 2021 kl. 12:30

Í síðstu viku landaði Gøtunes 1.500 tons av svartkjafti til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Teir høvdu roynt undir Føroyum. Bæði manskapið og skipari vóru nøgdir við úrslitið. Teir royna nú aftur undir Føroyum.

Í Fuglafirði landaði Fagraberg 2.700 tons av svartkjafti. Teir høvdu eisini roynt undir Føroyum og lótu væl at fiskiskapinum, og eru longu farnir út aftur.

Borgarin landaði 2.000 tons av svartkjafti og eru farnir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.

Finnur Fríði hevði 2.100 tons inni – eisini svartkjaft. Teir eru nú aftur til fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar, har teir flestu ídnaðarskipini royna í løtuni.

Arctic Voyager mátti bróta túrin av, tí teir fingu um skrúvuna. Brimil sleipaði uppsjóvarskipið á Havnina, har froskmenn vóru niðri og loystu trupulleikan. Síðani fór Arctic Voyager suður til Varðan, har teir landaðu 700 tons av svartkjafti.

Uppsjóvarskipið Høgaberg hevur júst landað svartkjaft í Fuglafirði.

Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og teir lata væl at fiskiskapinum. Svartkjafturin - 2.000 tons - varð landaður til Havsbrún, har veiðan verður framleidd til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.