Svensk kanning: Meir enn helmingurin stuðlar einum forboði móti koranbrenningum

Lógin átti at forðað almennum koranbrenningum. Tað heldur ein meiriluti av svium í eini nýggjari kanning frá Kantar Public

Ragnar Sjúrðarson
6. juli 2023 kl. 11:35

1004 fólk vórðu spurd, og ítøkiliga 53 prosent ynska at forbjóða koranbrenningum við lóg, meðan 34 halda, at tað enn skal vera loyvt.

Í februar í ár vóru tað 42 prosent, sum stuðlaðu einum slíkum forboði í eini líknandi kanning. 43 prosent vóru í móti.

Svøríki hevur verið karmur um nógvar koranbrenningar seinastu tíðina, og tað er er helst takkað verið reaktiónunum hjá londunum í umheiminum, sum er orsøkin til broytingina, sigur Toivo Sjörén, sum er meiningarstjóri hjá Kantar Public.

-    Fleiri lond hava brúkt tað politiskt og funnist at koranbrenningunum, sum ávirkar svensk áhugamál og NATO limaskap. Tað haldi eg er ein stórur partur av forkláringini, sigur Toivo Sjörén.

Úrsliti av kanningini kemur sama dag sum svenski og turkiski uttanríkisráðharrarnir hittast við NATO aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, í Bruxelles.

Her skulu teir kjakast um svenskan NATO limaskap, sum Turkaland enn forðar fyri – millum annað takkað verið teimum koranbrenningum, sum hava verið í Svøríki í seinastuni.