Svenski ákærumyndugleikin váttar herverk á Nord Stream

Tann svenski ákærumyndugleikin váttar í tíðindaskrivi í dag, at talan var um grovt herverk á gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2, tá gassleiðingarnar brádliga fóru at leka tann 26. septembur í ár

Tað sá øgiligt út, tá Nord Stream 1 og 2 brádliga fóru at leka tann 26. septembur. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
18. november 2022 kl. 14:21

Tann svenski ákærumyndugleikin váttar í tíðindaskrivi í dag, at talan var um grovt herverk á gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2, tá gassleiðingarnar brádliga fóru at leka tann 26. septembur í ár.

Til ber at síggja slóðir av spreingievnum á ymsu lutunum, sum vórðu tiknir upp av havbotninum á staðnum. Hetta vísa kanningar, ið sviar hava gjørt av lutunum, sum vórðu tiknir upp av havbotninum á økinum við Nord Stream 1 og 2. Sambært tíðindaskrivinum var øki rundanum gassleiðingarnar kannað gjølla eftir at gassleiðingar fóru at leka síðst í septembur.

Í tíðindaskrivinum hjá svenska ákærumyndugleikanum verður dentur lagdur á, at málið er sera umfatandi, men at kanningararbeiðið heldur fram fyri at finna útav, um nakar skal standa til svars fyri herverkið.

- Samstarvið við myndugleikunum í Svøríki og øðrum londum riggar framúr væl. Fyri at halda fram við kanningararbeiðnum og teimum ymsu samstørvunum er tað týdningarmikið, at vit sleppa at arbeiða í frið og náðum, sigur Mats Ljingqvist, ið er kamarsákæri.

Tað hevur allatíð verið ein illgruni um, at talan hevur verið um herverk, men ikki fyrr enn í dag er hesin illgrunin vorðin váttaður av svium.