Svenskir sangir eftir Regin Dahl framførast í Føroyum

5., 6. og 7. september verða konsertir – í Norðurlandahúsinum, SALT og Mentanarhúsinum í Fuglafirði – við svenskum sangum eftir Regin Dahl. Umframt konsertirnar, so verður møguligt at keypa nótaútgávuna til 35 sangir hjá Regini

Tíðindaskriv
29. august 2022 kl. 16:45

Tann 5., 6. og 7. september verða konsertir – í Norðurlandahúsinum, SALT og Mentanarhúsinum í Fuglafirði – við svenskum sangum eftir Regin Dahl. Sangari á konsertunum verður svenski barytonurin Fredrik Zetterström, og Aksel Dánjalsson Remmel spælir klaver.

Fredrik Zetterström er útbúgvin á Operahögskolan í Stokkhólmi og er eftirspurdur sangari í operahúsum í Norðurlondum og t.d. USA. Ungi føroyski klaverleikarin Aksel Remmel tók í summar bachelor-prógv á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og nemur sær nú víðari útbúgving í Fraklandi.

Konsertirnar verða hildnar í sambandi við, at nótaforlagið Edition H. Eide gevur út eitt savn við nótum til 35 sangir hjá Regini Dahl við orðum eftir svensku yrkjararnar Erik Axel Karlfeldt (1864- 1931) og Gustav Fröding (1860-1911).

Bókin ber (ikki óvæntað) heitið Regin Dahl: 35 svenskir sangir. Hans Pauli Tórgarð hevur við Bjarna Restorff sum ráðgeva sett nótarnar út fyri rødd (tenor-baryton) og klaver eftir Reginsa egnu framførslum av sangunum, soleiðis sum teir eru skjalfestir á bandupptøkum gjørdar í 1960’unum og 70’unum.

Regin Dahl gjørdi ikki bara løg til føroyskar yrkingar men eisini hópin av yrkingum á øðrum málum – donskum, norskum, íslendskum, týskum, enskum, latíni og ikki minst svenskum. Av teimum 439 løgunum hjá Regini, sum eru skjalfest á bandi, eru heili 54 til yrkingar á svenskum, mestsum allar eftir Karlfeldt (39) og Fröding (12).

Stílurin í teimum svensku løgunum hjá Regini kann rópast ein samanrenning millum svenska vísutradisjón og klassikan lied. Ofta ger hann í hesum løgum meiri burtur úr klaverspælinum – við forspæli, millumspølum og útgangi – enn í meginpartinum av sínum føroysku løgum, og tað er nærliggjandi at gita, at hann júst hevur ætlað hesi løgini til framførslu fyri solorødd og (klaver)fylgispæl. Sangirnir eru sera fjølbroyttir og fevna um nógvar sjangrur, eitt nú vals, romansu, marsj og mazurka.

Á konsertunum verður høvi at hoyra einar 12 av hesum sangum. Eisini verður ein stutt framløga av nótabókini, sum høvi verður at ogna sær á konsertunum. Bókin verður seinni í september at fáa í bókahandlunum. Hon er 92 síður í klassiskum nótaformati og kostar 250 krónur.

Konsertfyriskiparar eru: Norðurlandahúsið, SALT, Mentanarhúsið í Fuglafirði og Edition H. Eide í samstarvi við Summartónar og við stuðli frá Mentanargrunni Landsins.

Stuðlað nótaútgávuni hava Mentanargrunnur Landsins, KODA Kultur (KODA Føroyar), Letterstedska föreningen (Svøríki) og nakrar privatar fyritøkur.

Konsertirnar:
Norðurlandahúsið: Mánakvøldið 5. sept. kl. 19.30. Leinki: https://www.nlh.fo/?event=8477/regin-dahl-1

SALT: Týskvøldið 6. sept. kl. 19.30 Leinki: https://www.salt.fo/event/tann-svenski-regin-dahl-konsert-og-notaframloga/

Mentanarhúsið í Fuglafirði: Mikukvøldið 7. sept. kl. 20.00 Leinki: https://mh.fo/events/event/tann-svenski-regin-dahl-konsert-og-notaframloega/

Konsertirnar vara í uml. 75 minuttir.

Kostnaður: Kr. 145,00