Sverri er í finaluni

Í bátinum við føroyska flagginum málaðum á vann hann seg fyrrapartin í EM finaluna

Jóannes Hansen
27. mai 2023 kl. 11:48

Tað letur til, at føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen er heilt væl fyri. Í hesum døgum er EM í rógving í Bled í Slovenia. Í fyrradagin vann Sverri seg ómakaleyst í hálvfinaluna, sum var fyri løtu síðani.

Sverri kappaðist við fimm aðrar rógvarar, og tað var serliga við Litava, at Sverri kappaðist um fremsta plássið. Sverri var fyrstur á mál og róði seg saman við Litava og Bulgaria í A finaluna.

Finalan í morgin, og tá fer tað at bera til at fylgja við í DR2 sjónvarpinum. Sent veður frá klokkan 9.45, og Sverri verður at síggja klokkan 12.25.