Sverri Sandberg Nielsen smittaður við korona

Danska róðrarsambandið boðar í kvøld frá á heimasíðu síni, at føroyski rógvarin í danska hópinum er vorðin smittaður við korona á venjingarlegu í Portugal

Sveinur Tróndarson
28. november 2020 kl. 22:59

Tað er ikki endiliga tí, at tað er ein stór nýggjheit, at eitt fólk fær korona, tí talið av fólkum, sum eru smittað, ella hava verið tað, er rættiliga høgt. Umleið 63 milliónir fólk hava nú havt smittuna, sæst á Worldometers.info í kvøld.

Kortini er tað ein søga, tí tað er eitt av fremstu ítróttarfólkunum í Danmark, føroyingurin Sverri Sandberg Nielsen, sum er ein av størstu vónunum til olympisku leikirnar næsta ár, sum nú hevur fingið staðfest korona.

Tað skrivar heimasíðan hjá danska róðrarsambandinum í kvøld.

Har stendur at lesa, at Sverri Sandberg Nielsen og hini á danska landsliðnum eru á venjingarlegu í Asiz í Portugal, og har hava tey verið síðan 14. november. Áðrenn tey fóru, vórðu øll kannað fyri korona, og øll svarini vóru negativ.

Men fysioterapeuturin hjá hópinum kom eina viku seinni, og hóast hann hevði eina negativa test við sær í lummanum, gjørdist hann sjúkur í hesi vikuni, og nú hevur hann fingið eina positiva test.

Rógvararnir hava verið innilæstir á kømurunum síðan fysioterapeuturin gjørdist sjúkur, og tey eru kannað fleiri ferðir. Og nú er so staðfest, at Sverri Sandberg Nielsen sum tann einasti, hevur fingið staðfest korona.

Sambært donsku heimasíðuni verður Sverri nú avbyrgdur í minst 48 tímar, og hann skal eisini hava eina negativa test áðrenn hann aftur kann fara til Danmarkar. Hini vera send heim so skjótt sum tilber, skrivar roning.dk.

Finn Trærup-Hansen, ítróttarstjóri hjá danska róðrarsambandinum, harmast, at korona varð staðfest millum rógvararnar.

- Vit hava gjørt alt fyri at tryggja rógvararnar. Í vár brutu vit venjingarleguna av, tí korona brast á fáar dagar eftir, at vit vóru komin. Nú løgdu vit hesa venjingarleguna til rættis, so okkara rógvarar komu betur frá landi enn kappingarneytarnir, og so hendir hetta, sigur hann.

Danska róðrarsambandið ætlar sær at gera alt fyri at tryggja, at rógvararnir og tey, sum eru um landsliðið, fáa mein av koronasmittuni, skrivar roning.dk.

Sverri Sandberg Nielsen hevur veruliga skapt sær eitt umdømi, síðan hann flutti til Danmarkar at rógva. Hann er einsamallur í bátinum - í singlesculler - og tað er fyrstu ferð nakrantíð, at Danmark fær so góð úrslit í hesum bátaslagnum. Hann hevur vunnið fleiri World Cup kappingar, og fyri kortum gjørdi hann bart, tá hann gjørdist evropameistari í hesum bátaslagnum.

Rógvarin úr Miðvági er ógvuliga málrættaður og venur miðvíst fram móti OL, sum skuldi havt verið í ár, men sum nú verður næsta ár, og danir vænta sær nógv av honum. So nógv, at tey rokna við heiðursmerkjum frá hansara árum.