Svíkur, hetja ella bara ein vanligur skipari

Longu sama dag, sum reikferðaskipið Costa Concordia rendi á land á lítlu oynni Giglio í Miðjarðarhavinum í 2012, blivu fyrstu stigini til fólkadómin yvir skiparan Francesco Schettino tikin. 32 fólk lótu lív, og hann bleiv meira og minni útnevndur sum sjálv orsøkin til vanlukkuna. Øssur J. Hilduberg, føroyski stjórin í donsku maritimu havaríkommisiónini, hevði ilt við at trúgva, at søgan var so einføld og fór saman við øðrum í havaríkommisiónini til Italia at práta við skiparan og gera sínar egnu metingar

Ingolf S. Olsen
9. januar 2021 kl. 10:05

13. januar 2012 rendi italska reikferðaskipið Costa Concordia á land á lítlu italiensku oynni Giglio, fáar tímar eftir at skipið var farið úr býnum Civitavecchia á italska meginlandinum. Har hevði skipið sín heimstað, og ferðaætlanin var ein reglulig reikrundferð í vestara partinum av Miðjarðarhavinum, har sjey býir skuldu vitjast í sjey dagar – Savona, Marseille, Barcelona, Palma de Mallorca, Cagliari, Palermo og aftur til Civitavecchia.

Við skipinum vóru 3.206 ferðafólk og manningin taldi 1.023 fólk. Tilsamans lótu 32 fólk lív í vanlukkuni.

Ert tú pátrúgvin, so var 13. januar 2012 ein fríggjadagur, og tá skipið bleiv doypt 7. juli 2006 eydnaðist tað ikki gummuni at bróta sjampanjufløskuna ímóti skipssíðuni.

Tað vóru tó ikki hesi óeydnutekin, sum fingu skyldina fyri tað, sum hendi hetta kvøldið, tá skipið ætlandi bara skuldi sigla nær landi framvið lítlu oynni Giglio. Skyldina fyri skipbrotið, sum kostaði 32 mannalív, fekk skiparin Francesco Schettino at kalla einsamallur.

Skiparin einasti revsaði
Fimm onnur fólk hjá reiðarínum – ein leiðari við ábyrgd fyri at taka sær av kreppustøðum, yvirstýrimaðurin, róðursmaðurin lagnuløtuna, triðistýrimaðurin og ovastin fyri ferðafólkatænastuna umborð – blivu gaman í dømd ímillum 10 og 18 mánaðar fongsulsrevsing fyri teirra leiklut. Men í veruleikanum merkti tað, at tey onga revsing fingu, tí í Italia er siðvenja, at slíkir linir dómar fyri at vera atvold til deyða ella fólkaskaða, men uttan at harðskapur er nýttur, ikki skulu sitast.

Francesco Schettino var hinvegin kravdur 26 ára fongsulsrevsing, men tað endaði við, at hann 11. februar 2015 varð dømdur 10 ára fongsul fyri óviljað manndráp, fimm ár fyri at vera orsøk til skipbrot og eitt ár fyri at vera rýmdur av skipinum, meðan fólk enn vóru umborð. Tilsamans 16 ára fongsulsrevsing. Harafturat misti hann rættin at føra skip í onnur fimm ár.

Dómurin bleiv seinni staðfestur í einum kærudómstóli í 2016 og endaliga í italska hægstarættinum 12. mai 2017.

Fólksins dómur
Men longu sama dag, sum vanlukkan hendi, og dagarnar aftaná fall eirindaleysi dómurin hjá italska fólkinum. Í útvarpi og sjónvarpi kundu italiufólk nevniliga alt samdøgrið hoyra og síggja sendingar, har vakthavandi hjá italsku sjóbjargingartænastuni við háandi orðum, rópi og geyli hoyrdist geva Francesco Schettino boð í radiosendaranum. Hann var farin av skipinum og var biðin um í snarheit at sjúgva seg umborð aftur at gera sína skyldu.

Lagdur fyri hatur
Francesco Schettino bleiv skjótt tann mest hataði maðurin í Italia.

Umframt at verða kallaður drápsmaður av bæði høgum og lágum, bleiv øll hansara tign pilkað av honum, øll hansara evni sum navigatørur og skipari blivu gjørd til onkis, og eisini sum menniskja bleiv hann hunddálkaður.

Fyrst ljóðaði, at hann hevði verið fullur, tað bleiv mótprógvað. Síðani kom fram, at hann hevði verið ótrúgvur og hevði eina moldoviska dansarinnu hjá sær umborð, tað vísti seg at passa.

Maðurin Francesco Schettino bleiv ímyndin av einari nasjonalari skomm og bleiv útnevndur at vera sjálv orsøkin til skipbrotið og til, at 32 fólk lótu lív. Nasjonala skommin var grundað í, at Costa Concordia-vanlukkan var italsk úr enda í enda – reiðaríið var italienskt, skipið var italienskt, skiparin var úr Italia, og vanlukkan hendi í Italia.

Neyvan so einfalt
Men Øssur J. Hilduberg, stjóri og kanningarleiðari í tí donsku maritimu havaríkommisiónini, DMAIB, hevði ilt við at trúgva, at orsøkin til vanlukkuna var so einføld, at hon kundi kókast niður til bara at umfata ein einasta persón, nevniliga skiparan og ivasama moralska skapið í honum.

Ein starvsfelagi visti, hvussu tey kundu fáa fatur á Francesco Schettino, og á vári 2017 fór Øssur J. Hilduberg saman við øðrum frá DMAIB til Italia at hitta hann og annars seta seg betri inn í vanlukkuna og tað, sum veruliga hendi. Hetta var áðrenn hægstirættur hevði talað og Francesco Schettino skuldi inn at sita.

Leitaðu eftir orsøk
Á Sjóvinnuforum, sum manningarfeløgini saman við Vinnuháskúlanum, Sjóvinnustýrinum/FAS og Reiðarafelagnum fyri Handilsskip skipaðu fyri á Vinnuháskúlanum 26. november, greiddi Øssur J. Hilduberg frá ferðini í Italia, og tí, sum spurdist burturúr. Og beint fyri jól tosaði Dimmalætting eisini við hann.

- Vit hildu, at tað mátti vera okkurt meira í hesum, at orsøkin mátti vera annað enn bara tað, at skiparin var ein ótrúgvur konufólkarevur, sum onki dugdi á sjónum og harafturat var ein ræðuskítur og svíkur, ið rýmdi av skipinum undan bæði fólki og ábyrgd. Tí tað var søgan, vit og allur heimurin hoyrdi.

- Men vit vita eisini av royndum, at persónar, sum eru miðdepil í einari dramatiskari hending, ofta fáa sera litaðar persónslýsingar heftar á seg – annaðhvørt positivar, um talan er um ein, sum skal gerast til hetju, ella negativar, um tað er ein, sum í fólksins eygum hevur svikið, greiðir Øssur J. Hilduberg frá.

Hann leggur dent á, at endamálið hjá DMAIB ikki er at fara aftur um aftur við arbeiðnum, sum tann italska havaríkommisiónin hevur gjørt, men bara at lýsa, hvussu tann brennandi tørvurin hjá bæði vanligum fólki og eisini politikarum og myndugleikum at fáa ta moralsku søguna – tað er, at onkur annaðhvørt hevur æruna og skal heiðrast ella hevur skyldina og skal ábyrgjast – ofta skuggar fyri tí, sum veruliga hendi. Fyri tí meira objektiva sannleikanum, sum sjáldan er svart-hvítur.

Vaksin upp á báti
Á ferðini kom nógv fram í ljósið, sum gav fólkunum frá DMAIB eina meira nýanseraða mynd av bæði Francesco Schettino og tí, sum hendi vanlukkukvøldið og -náttina.

Donsku gestirnir hittu Francesco Schettino í Castellamare di Stabbia, einari lítlari fiskivinnubygd sunnan fyri Napoli, har hann er føddur og uppvaksin og enn býr. Í tríggjar dagar høvdu tey fleiri samrøður við hann, og tað vísti seg, at hetta var fyrstu ferð, at nakar við fakligari vitan um sjóvinnu og navigasjón yvirhøvur hevði tosað við hann síðani vanlukkuna.

Francesco Schettino greiddi millum annað frá sínum uppvøkstri í Castellamare di Stabbia, har hann longu sum smádrongur slapp við teimum vaksnu monnunum til útróðrar og bleiv lærdur at halda bátinum á plinkinum, tá teir fiskaðu, við at miða seg eftir ýtum á landi. Her fekk hann sín barnalærdóm um, hvat tað vil siga at navigera.

Hann valdi sjólívið, og hevði drúgvar royndir. Eftir skipsføraraútbúgvingina hevði hann arbeitt seg uppeftir í sjóvinnuni, til hann í 2006 bleiv skipsførari á tí tá spildurnýggja Costa Concordia hjá reiðarínum Carnival Corporation. Frammanundan hevði hann starvast sum yvirstýrimaður í reiðarínum í nøkur ár.

Pilkaður niður
At hann eisini dugdi, tað hann skuldi duga á einar skipsbrúgv, og tað væl, bleiv seinni prógvað. Men kortini broyttist myndin av honum millum italska fólkið ikki. Hann bleiv skýrdur ódugnaligur og óbrúkiligur á sjónum, og okkurt blað kallaði hann ein hot-dog-bát-skipara sipandi til hesar smáu bátarnar ella vatnskutararnar, sum sigla út fyri ferðafólkastrondum og selja pylsur og annað leskiligt.

Orðavalið bæði í frágreiðingini hjá italsku havaríkommisiónini um vanlukkuna og í rættarviðgerðini er eisini rættiliga litað og nógv merkt av, at fólk byggja sína fatan um alt, sum hendi, á tað, tey halda um Francesco Schettino sum menniskja.

Broyttu kós
Men hvat var tað so, sum hendi.

Stutt áðrenn Costa Concordia loysti í Civitavecchia klokkan 19.15 fríggjakvøldið 13. januar 2012, bað Francesco Schettino yvirstýrimannin um at broyta ætlaðu kósina og sigla tætt framvið landi á lítlu oynni Giglio, sum liggur stutt frá Civitavecchia . Hetta tí hann í fartelefonini ætlaði at heilsa upp á ein pensjoneraðum skipara og vinmann, sum búði har, og tí hann vildi gleða ein av manningini, ið var úr oynni. Men sanniliga eisini fyri at geva ferðafólkunum eina eyka uppliving.

Sjálvt um tað bæði í italsku miðlaumtaluni og í rættarmálinum bleiv gjørt nógv burtur úr, at Costa Concordia sigldi ov nær landi, og at hetta var tekin um vánaligan sjómansskap, so vísir Øssur J. Hilduberg á, at júst tað at sigla nær landi er ein partur av sjálvum reikferða-konseptinum.

Partur av konsepti
Francesco Shettino førdi eisini fram í rættinum, at tað var eitt ynski hjá reiðarínum – og altíð hevði verið tað – at siglt var nær við land fyri at gleða ferðafólkini.

- Spurningurin er so, hvat er nær, ella hvat er ov nær. Tí tað er ongin greið lógaráseting um hetta. Hvørki í Italia ella í Danmark ella aðrastaðni, sum eg veit um. Tað vil altíð vera upp til eina meting at gera av. Men at tað er ein týðandi partur av sjálvum forrætningsmodellinum fyri reikferðir, tað er ongin ivi um. Tað er onki reikferða-forrætningsmodell, sum bara er grundað á sigling til havs. Fólk rinda í dýrum dómum fyri íbúðir umborð, sum hava altan, har tey kunnu sita og njóta útsýnið, og tey vilja hava annað at hyggja at enn bara bláan sjógv, sigur Øssur J. Hilduberg.

Skiparin á brúnna
Francesco Schettino var sjálvur komin á brúnna stutt fyri, at vanlukkan hendi – við honum var moldoviska dansarinnan – og tá hann fekk samband við fartelefonini, prátaði hann harðmæltur við pensjoneraða skiparan í landi. Hesin greiddi honum væl frá, hvussu nær landi skipið kundi koma.

Nakað av ógreiðu tykist hava verið um, júst nær skiparin sjálvur formliga tók stýringina á brúnni. Men tað er greitt, at hann ikki fekk boð um, at skipið spakuliga fór av kósini, sum var plottað inn og stýrast skuldi eftir. Hann fekk í roynd og veru hvørki upplýsingar ella ávaringar um nakað sum helst frá restini av manningini, eftir at hann var komin á brúnna.

Tí helt hann í fyrstani, tá hann fór at geva róðursmanninum boð, at skipið var statt har, tað skuldi vera samsvarandi plottaðu kósini.

Skipið snaraði ikki
Skipið skuldi sigla beint ímóti oynni, og tá tað nærkaðist, skuldi tað so líðandi snara á stýriborð og sigla fram við landi. Men tað var henda snaringin á stýriborð, sum var farin at miseydnast, longu áðrenn Francesco Schettino tók stýringina.

Óvist er, hví snaringin ikki var byrjað. Skipið bleiv stýrt við hond, tí tað hevði skiparin sum eitt tað fyrsta givið boð um, tá hann kom á brúnna. Hetta tí siglt var so nær landi. Ein møgulig orsøk er kanska áðurnevnda ógreiða um, hvør hevði ræðið á skipinum, áðrenn skiparin formliga tók tað.

Myrkt var eisini, og hann legði ikki merki til veruligu støðuna, fyrr enn hann sær hvítt skúm fyri framman. Til tá hevði hann við jøvnum millumbilum biðið róðursmannin um at snara nakrar gradir á stýriborð hvørja ferð. Men nú rópar hann á róðursmannin um at snara hart á bakborð.

Ólýðin róðursmaður
Alt hetta er til skjals í upptøkunum frá VDR-skipanini – sonevndu svørtu kassarnir, sum tóku upp allar tøkniligu dáturnar og alt samskifti á brúnni – á Costa Concordia. Men VDR-skipanin vísir eisini, at boðini um at snara á bakborð ikki blivu fylgd.

Hví so var, er ilt at siga. Róðursmaðurin var indonesi og dugdi illa italskt og enskt, men hann hevur kanska eisini hildið, at skiparin mistók seg, og hevur tí ikki gjørt eftir boðunum. Tí róðursmaðurin hevur sæð ljósini á landi beint fyri framman í bakborð, og hevur møguliga ikki tikið tað í álvara, at hann skuldi snara inn ímóti landi.

Hondbremsusving
Men tað, sum róðursmaðurin ikki visti, og sum skiparin júst hevði funnið út av, var, at skipið ikki snaraði á stýriborð, sum tað skuldi, men fór eftir liðini inn ímóti landi. Tað var hesi rørsluni, sum skiparin vildi steðga við at snara hart á bakborð. Á tann hátt vildi hann sleingja hekkuna á stóra skipinum út frá landi – nakað sum tá hondbremsan á einum bili verður hálað upp, meðan snarað verður til aðra síðuna.

Aftaná hava teldusimuleringar eisini víst, at um róðursmaðurin aktaði boðini frá skiparanum, hevði Costa Concordia ikki borið við land.

Francesco Schettino, skipari, stóð framman fyri róðursmannin, og helt, at hesin fylgdi boðunum, og henda misskiljingin var síðani sambært Francesco Schettino sjálvum orsøkin til eina røð av skeivum avgerðum.

Avgerðir, sum allar blivu brúktar ímóti honum í rættinum.

Røð av mistøkum
Skiparin helt sum nevnt, at róðursmaðurin hevði gjørt eftir boðunum og snarað á bakborð og tískil fingið skipið út frá aftur. Tá hann løtu seinni merkti, at skipið kortini bar við land, helt hann tí, at tað bara var skrúvan, sum tók. Út frá hesum metti hann, at skipið bara hevði fingið smávegis skaða, og at ongin vandi var á ferð fyri ferðafólk og manning.

Tí gekk tað so long tíð, áðrenn Costa Concordia bað um hjálp. Stórur dentur var tó lagdur á júst hesi viðurskiftini í rættarmálinum, og Francesco Schettino bleiv beinleiðis ákærdur fyri at lúgva fyri sjóbjargingartænastuni, tá hann stutt eftir, at skipið hevði rent á land og fingið eina stóra rivu í síðuna, boðaði frá, at lítil og ongin skaði var hendur, og ongin vandi var á ferð. Men tað, hann segði, var í samsvari við tað, hann í tí løtuni veruliga helt vera hent.

Fór av skipinum
Tað mest spektakulera í allari vanlukkugongdini, og tað, sum kanska í mestan mun elvdi til harða fólksliga dómin, ið varð feldur yvir Francesco Schettino, var, at hann fór av skipinum, meðan stórur partur av ferðafólkunum og manningini enn var umborð.

Men eisini tað kann hava havt sína grund.

Stutt eftir, at Costa Concordia hevði rent á land, misti skipið framtøkumegina, men meðan tað rann ferðina av sær, eydnaðist tað at snara og stýra tí inn á grunt. Umleið ein kilometur frá skerinum, sum skræddi síðuna á stóra reikferðaskipinum upp, tók tað aftur botn og fór at leggja seg á liðina.

Víðagitið samskifti
Bjargingin av fólkinum, sum bara kundi fara fram í stýriborð, tí skipið legði seg á ta liðina, gekk eftir umstøðunum væl, tó at tað tíverri seinni vísti seg, at 32 fólk høvdu latið lív. Men í øllum hurlivasanum gjørdist greitt, at Francesco Schettino var farin av skipinum, meðan fleiri hundrað fólk enn vóru umborð.

Samskiftið, hann síðani hevði við Gregorio De Falco, vakthavandi hjá italsku sjóbjargingartænastuni, er vorðið víðagitið. De Falco var himmalóður og bað Francesco Schettino, sum tá var staddur í einum bjargingarbáti, skrubba av umborð aftur á Costa Concordia at standa á odda fyri bjargingararbeiðnum. Hesum sýtti Francesco Schettino fyri, í staðin fekk hann bjargingarbátin at seta seg í land beint við skipið.

Bjargaði fólkinum
Sjálvur hevur Francesco Schettino greitt frá, at hann hálvavegna datt niður í ein bjargingarbát, tá skipið legði seg alt meira á stýriborð, sum nú vendi inn ímóti landi. Hesin báturin var komin í vandastøðu, tí hann lá fastur undir krananum, sum hann var settur út við, men tað eydnaðist Francesco Schettino at fáa bátin leysan og burtur frá skipinum, beint áðrenn tað legði seg enn meira á liðina. Fólk, ið vóru umborð á hesum bjargingarbátinum, hava síðani váttað og takka fyri, at Francesco Schettino bjargaði lívinum hjá teimum, tí fekk hann ikki bátin leysan í evstu løtu, var hann sorlaður sundur undir skipinum.

Hann hevur eisini greitt frá, at hann sá onga meining í at fara umborð aftur, tí hann fekk onki gjørt har. Har hann var settur í land, nakrar fáar metrar frá skipinum, hevði hann hinvegin yvirlit yvir støðuna, og fekk givið boð frá sær.

Ræðuskítur kapteinur
Men líka lítið hevur tað hjálpt. Myndin, ið eftir stóð, var skiparin, sum rýmdi av skipi sínum, meðan ein rúgva av fólki enn var umborð. Italskir miðlar eyknevndu hann dúgliga ”Ræðuskítur kapteinur” fyri hetta.

Øssur J. Hilduberg hevur onga almenna meining um, hvørt Francesco Schettino átti sín part av skyldini fyri vanlukkuni, ella hann bleiv dømdur av órøttum.

Men hann hevur fingið váttað, at tað var meira í málinum – at málið ikki var so einfalt, sum tað bleiv gjørt til í moralsku søguni, ið var tann, fólk hoyrdu. Eftir litaða orðavalinum í kanningarfrágreiðingini og í rættargongdini at døma, hevur hetta ivaleyst eisini ávirkað sjálvan dómin.

- Endamálið við okkara kanning var ikki at taka støðu til, um Francesco Schettino var sekur ella ósekur. Málið er heldur ikki at staðfesta ábyrgd, tá vit kanna vanlukkur ella álvarsligar hendingar í okkara egna øki. Málið er at finna út av, hvat veruliga hendi, so vit kunnu læra av feilunum, sigur Øssur J. Hilduberg.

Sín egni fíggindi
Ein stórur fíggindi hjá Francesco Schettino var helst hansara egna persónsmenska og sjálvsfatan. Hóast nógvar av lýsingunum av manninum eftir Costa Concordia-vanlukkuna helst eru litaðar av vanlukkuni sjálvari, so er nógv, sum bendir á, at Francesco Schettino áðrenn vanlukkuna var ein ikki sørt bráðræsin, sjálvvissur maður, ið á ongan hátt smæddi seg burtur.

- Tá vit vitjaðu hann, vísti hann okkum eina ordiliga macho-mynd av sær í skipsførarabúna. Eg spurdi, um hann ikki átti onkra aðra meira gerandisliga mynd. Tað svaraði hann onki upp á, men hann átti í hópatali av hasum skipsføraramyndunum. Tað sigur kanska eitt sindur um hansara sjálvsfatan – hvussu hann sá seg sjálvan, sigur Øssur J. Hilduberg.

Men sjálvvissa og ótamdur hugur á konufólki er ikki kriminelt í sær sjálvum og útilokar heldur ikki góð evni og góðar førleikar á nógvum økjum. Og í so máta er tað eisini alt, sum bendir á, at Francesco Schettino væl og virðiliga dugdi sín setning, tá tað ræður um at føra skip og navigera.

Lendingin í ánni
Í síni framløgu á Vinnuháskúlanum samanbar Øssur J. Hilduberg Costa Concordia-vanlukkuna og Francesco Schettino við gitnu neyðlendingina á Hudson River í New York trý ár frammanundan.

Tað var 15. januar 2009, at tað eydnaðist US Airways-flogskiparanum Chesley Sullenberger at lenda sítt Airbus 320 flogar við tilsamans 155 fólkum umborð á Hudson River, eftir at ein gásaflokkur hevði gjørt av við báðar motorarnar.

Øll komu frá hendingini við lívinum, og tað var fyrstu ferð í flogsøguni, at tað var eydnast at lenda eitt so stórt flogfar á vatni, uttan at nakar lat lív.

Hetjan Tom Hanks
Chesley Sullenberger gjørdist ein sonn hetja, og ein filmur bleiv gjørdur um hendingina við kenda sjónleikaranum Tom Hanks í høvuðsleiklutinum.

Øssur J. Hilduberg grundgav samanberingina við, at eins og tað kundi setast spurnartekin við avgerðir, sum Francesco Schettino tók sum skipari, tá Costa Concordia rendi á land, kundu spurnartekin eisini setast við avgerðina hjá Chesley Sullenberger um at lenda á Hudson River. Tað vóru og eru tey, sum halda, at hann kundi valt eina tryggari loysn, nevniliga vent við og lent aftur í LaGuardia-floghavnini, haðani hann júst var farin á flog.

Men ongin doyði, og Chesley Sullenberger gjørdist hetja. Síðani gjørdi dámligi Tom Hanks hann ævigan í filmi, og tryggjaði, at málið kundi latast aftur med alla sum ein hetjusøga við einum sera eydnusomum enda.

Francesco Schettino harafturímóti hevði próvfast verið ótrúgvur vanlukkutúrin og var farin av skipinum.

- Sovorðið ger Tom Hanks ikki, so ongin filmur við honum í høvuðsleiklutinum bleiv gjørdur um Costa Concordia, staðfesti Øssur J. Hilduberg.

--

(BOKS:)
Ein samrøða við Øssur J. Hilduberg um arbeiðið hjá tí donsku maritimu havaríkommisiónini, DMAIB, verður í næstu Dimmalætting.