Svimjihøllin á Tvøroyri umvæld og dagførd

Seinastu mánaðirnar er nógv arbeiði gjørt við svimjihøllina í Tvøroyrar skúla

Sigurjón Einarsson
7. desember 2021 kl. 15:20

Fyrr í ár varð dúkurin skiftur, eitt arbeiði, ið fyritøkan Aquaplan stóð fyri. Ventilar og rør vórðu eisini í stóran mun skift út og stóð lokala fyritøka Bærendsen Teknik fyri hesum.

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á sínum Facebook-vanga.

Nú er farið undir at skifta vindeygu og hurðar í svimjihøllini og í musikkhølunum. Lokala fyritøkan KiRo stendur fyri hesum arbeiðinum og longu er komið væl áleiðis. Rútarnir oman móti skúlagarðinum eru nú skiftir og eftir tað verður tað rútarnir bæði suður og norður, ið skulu skiftast í musikkhølunum. Úthurðin oman móti skúlagarðinum, skal eisini skiftast. Har rútarnir í svimjihøllini verða skiftir, verða nakrir flisar eisini skiftir. Av tí at gomlu flisarnir í høllini ikki skaffast longur, verða myrkir flisar lagdur á, eins og í hurðapartínum, ið varð skift fyri tveimum árum síðan – KiRo gjørdi eisini hetta arbeiðið.

Svimjihøllin frá 1964 er ein tann minsta í landinum, men hon hevur altíð verið væl hildin við líka. Høllin verður væl vitjað og fólk lata væl at hugnaliga, heita hylinum, skrivar Tvøroyrar kommuna á sínum Facebook-vanga.

Svimjihylurin á Tvøroyri er lítil og stendur ikki mát við tað, ið krevst til kappingar. Hylurin er 12,5 metrar langur, skrivar kommunan.

Her eru nakrar myndir av svimjihøllini:

Kelda: Tvøroyrar kommuna