Svimjihøllin í Gundadali stongd vegna tekniskt brek

Tað var ein lítil eldur í svimjihøllini sum elvdi til at høllin er stongd. Svimjihøllin letur upp aftur sunnudagin.

Mynd: Svimjihollin.fo
Helgi Hoydal
17. september 2022 kl. 11:45

Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og sløkti eldin.

Eyðun Húsgarð, starvsfólk í svimjihøllini, sigur við Dimmalætting, at eldurin gjørdi ikki stóran skaða, og svimjihøllin letur upp aftur sunnumorgunin.

Eldurin kyknaði í einum lampustaði, og nakað av royki spjaddi seg bygninginum.

Dagurin í dag fer við at vaska, tí nakað av royki stóðst av eldinum. Tað skal vaskast í forhøllini og skiftingarrúmunum áðrenn vit lata upp aftur, sigur Eyðun Húsgarð úr svimjihøllini.