Svøríki á veg til Stokholm við fullum stigatali

36 ára gamli málverjin Andreas Palicka stongdi í seinna hálvleiki málið fyri íslendingum, sum nú hanga í klønum tráði

Jóannes Hansen
20. januar 2023 kl. 21:31

Svøríki hevur í kvøld við 35 – 30 sigri í Scandinavium í Göteborg tryggjað sær bólkasigurin í miðumfarinum. Einki av hinum liðunum hevur møguleika at røkka Svøríki, sum mánadagin fer at spæla ímóti Portugal.

Tað ber við sær, at tað er greitt, at Svøríki mikudagin fer at spæla fjórðingsfinalu. Hvørjum fjórðingsfinalan verður ímóti fæst ábending um í morgin, men tað verður neyvan fyrr enn mánakvøldið, at tað verður greitt, um fjórðingsfinalan verður ímóti Danmark, Egyptalandi ella Kroatia.

Innleiðandi umfarið hevur verið nógva aðrastaðni í Svøríki enn í høvuðsstaðnum. Fjórðingsfinlan hjá Svøríki verður í høvuðsstaðnum, onnur hálvfinalan verður í Stokholm – um Svøríki verður partur av hálvfinaluni, so verður heimaliðið annar parturin av hálvfinaluni í høvuðsstaðnum – og finalan annan sunnudag verður í Stokholm. Hin hálvfinalan verður í pólska høvuðsstaðnum.

Sum seinni hálvleikur leið í norðurlendsku uppgerðini millum Svøríki og Ísland sást, at orkan hjá íslendingum gekk undan. Liðformaðurin Aron Pálmasson var ikki førur fyri at spæla, og Ó­­­­mar Ingi Magnusson varð beinanvegin so mikið illa skaddur, at hann var ikki førur fyri at halda fram. Og so tók tað í seinna hálvleiki heilt mótið frá íslendingum, tá ið 36 ára gamali Paris Saint-Germain málverjin Andreas Palicka eftir steðgin fullkomuliga stongdi svenska málið.

Tað er framvegis møguleiki fyri, at Ísland kann røkka í fjórðingsfinaluna, men møguleikin er størri hjá bæði Portugal og Ungarn.

Í fyrra hálvleiki var framúr intensa og spennandi uppgerð. Svøríki legði seg beinanvegin á odda við trimum, men so vendi tað, og Ísland var eina løtu frammanfyri við trimum málum, áðrenn hálvleikurin endaði 17 – 16 til Svøríki. Beinanvegin eftir steðgin økti Svøríki um munin, so leiðlsan var fimm mál, og tá megnaði illa skadda Ísland ikki at svara aftur ímóti Svøríki og ikki minst Andreas Palicka.

 

Ísland - Svøríki 30 - 35 (16 - 17)

Ísland : Bjarki Már Elisson 8, Kristján Örn Kristjánsson 5, Gísli Þorgeir Kristjánsson 5, Elliði Snær Viðarsson 3, Arnar Freyr Arnarsson 2, Sigvaldi Björn Guðjónsson 2, Janus Daði Smárason 2, Ómar Ingi Magnússon 2, Óðinn Þór Ríkharðsson 1

Svøríki : Lucas Pellas 8, Niclas Ekberg 6, Jim Gottfridsson 5, Albin Lagergren 4, Felix Claar 4, Jonathan Carlsbogard 2, Eric Johansson 2, Oscar Bergendahl 2, Lukas Sandell 1, Max Darj 1