Svøríki og Finnland hava nú søkt um Nato-limaskap

- Tað er ein góður dagur í eini hættisligari tíð fyri okkara tryggleika, soleiðis segði aðalskrivariní Nato, Jens Stoltenberg, fyrr í dag, tá eitt lítið hátíðarhald varð skipað á høvuðskontórinum hjá Nato í Bruxelles

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg. (Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
18. mai 2022 kl. 09:37

Í morgun hava Svøríki og Finnland alment sent sína umsókn um limaskap til verjusamgonguna Nato. Umsóknirnar vórðu undirskrivaðar av uttanríkisráðharrunum í Svøríki og Finnlandi í gjár. Formligu avgerðirnar um at søkja um limaskap vórðu tiknar dagarnar frammanundan.

- Tað er ein góður dagur í eini hættisligari tíð fyri okkara tryggleika, soleiðis segði aðalskrivariní Nato, Jens Stoltenberg, fyrr í dag, tá eitt lítið hátíðarhald varð skipað á høvuðskontórinum hjá Nato í Bruxelles.

Síðan Nato varð stovnað í 1949, hava bæði Finnland og Svøríki verið neutral lond, sum ikki hava vilja verið limir av Nato. Hetta broytist, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar, tá kom spurningurin um Nato-limaskap aftur á breddan.