Svøríki vann seg úr tronganum

HM hondbóltur menn: Nú er tað greitt, at sviar fara at spæla hálvfinalu í Stokholm, og at Danmark fer at spæla hálvfinalu í Gdansk

Jóannes Hansen
25. januar 2023 kl. 21:43

Svøríki fer fríggjadagin at spæla hálvfinalu á heimavølli í Stokholm ímóti Fraklandi, og Danmark fer fríggjadagin at spæla hálvfinalu í Gdansk ímóti Spania.

Tað er greitt, nú tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar í kvøld eru av. Svøríki vann 26 – 22 ímóti Egyptalandi. Hálvleiksstøðan var 14 – 9, og fyrra partin av fyrra hálvleiki var tað ikki so sannførandi hjá Svøríki, sum eisini leið undir, at spælskiparin Jim Gottfridsson noyddist skaddur av vøllinum. Hvør leikluturin hjá honum verður í hálvfinaluni fríggjadagin er ikki greitt enn.

Sum so mangan áður so var tað málverjin Andreas Palicka, sum foldaði seg út, tá ið tað kendist striltið við álopsspælinum. Hann stórbjargaði ferð eftir ferð, og tað bar møguleikar fyri skjótálopum og løttum málum við sær, og so sá tað fram ímóti steðginum út til, at Svøríki fór at vinna stórsigur.

Men Egyptaland var í seinna hálvleiki  einki aftanfyri heimaliðið, og tað endaði við, at Egyptaland vann seinna hálvleik við einum máli.

Um sammett verður við ímóti Danmark so var egyptiska avrikið í kvøld væl betri. Spurningurin er so, um tað var tí, at danir í  løtuni eiga eitt stinnari lið enn sviar, ella um tað var tí, at egyptar í kvøld vóru betur upplagdur, enn teir vóru ímóti Danmark.

Í Gdansk var grannauppgerð millum fronsku favorittarnar og Týskland, sum legði bragdliga fyri og var frammanfyri mesta partin av fyrra hálvleiki, sum endaði 16 – 16. Tað var ikki fyrr enn heilt fram ímóti dystarenda, at Frakland legði sjógv millum seg og grannarnar og vann 35 – 28.

 

 

 Svøríki - Egyptaland 26 - 22 (14 - 9)

Svøríki : Niclas Ekberg 6, Eric Johansson 4, Lukas Sandell 4, Felix Claar 3, Jonathan Carlsbogard 2, Max Darj 2, Hampus Wanne 2, Oscar Bergendahl 1, Jim Gottfridsson 1, Albin Lagergren 1.