Tað er ikki koyrandi millum Fjarða

Nógvur kavi er niðurkomin, og løgreglan heitir á bilførarar um at vera ansnar

Jóannes Hansen
15. januar 2023 kl. 05:04

Koyrilíkindini er ógvuliga vánalig, nú tað er nógvur kavi komin niður. Tað er ikki koyrandi millum Fjarða, og nógva staðni - eitt nú á Vestmannavegnum - rýkur tað illa.

Landsverk fer at grava klokkan seks.

Føroya Politi segði soleiðis klokkan 02:

Sera nógvur kavi liggur á landsvegnum Millum Fjarða og niðan móti Norðskálatunnlinum. Tað er ikki koyrandi í løtuni. Nakrir bilar standa fastir í kavanum uttan fyri Norðskálatunnilin á landsvegnum eystanfyri.

Heitt verður á bilførarar um ikki at koyra eftir hesi leið, sum líkindini eru í løtuni.

Landsverk byrjar at grava kava kl. 0600.

Boða er annars frá sera vánaligum koyrilíkindum runt landið. Nógvur kavi liggur á vegunum og nògv jarðrok. Bilførarar vera bidnir um at ansa sær.

/ Vaktleiðarin