- Tað er stórt at vera við á heimsins bestu legu

Her hyggja vit burtur frá forðingum, sum eru í gerandisdegnum. Vit leggja dent á, at vit øll eru ein partur av felagsskapinum. Júst hetta ger, at hendan legan er nakað heilt serligt - og í roynd og veru heimsins besta lega. Tað sigur Elisabeth Mortensen, sum er ein av fyriskiparunum av Zarepta-leguni fyri tey, ið bera brek.

Marjun Manuela Behrens
13. mai 2022 kl. 19:12

Dýri Biðidagur er, fyri mong, bert ein av fleiri heilidøgum gjøgnum árið. Men fyri tey, ið bera brek og familjur teirra, er hetta ein tann besta tíðin á árinum. Tá er árliga Dýrabiðidagslegan á Zarepta, ið hevur verið fastur partur av árligu legunum á Zarepta síðani 1981. Sama ár lýstu Sameindu Tjóðir árið at vera ár teirra, sum bera brek. Heitt varð á stovnar, kirkjur og samkomur um at stuðla upp undir tí. Hetta er júst tað, sum leguhúsið Zarepta hevur eftirlíkað.

Elisabeth Mortensen er ein av fyriskiparunum. Hennara uppgáva er at seta gongd á og halda skil í fyrireikingunum. 

- Hetta er av sonnum eitt gott høvi at vísa gleðiboðskapin í verki. Vónin er at vit við hesi legu kunnu vísa fólki Guds kærleika, at Gud er omanfyri alt, ger ikki mun á menniskjum, og at Hann ynskir samband við sín skapning, greiðir Elisabeth frá. 

Heitið á leguni í ár er “Ver við og virkin”. Í tí sambandi eru tveir fyrilestrar við Tóru við Keldu og Vígdis Skorheim á skránnið. Harafturat fer tónleikabólkurin “Blátt Gras” at vitja leguna leygarkvøldið.

- Eingin skal kenna seg uttanfyri

Á leguni er nógvur sangur og tónleikur. Eisini er søga og andaktir. Tað er møguligt at ríða á hestbaki í túninum, skapa okkurt kreativt, at gera ítriv og trælist, sum tey síðani fáa heim við. Í innandura høllini ella úti á spæliøkinum verður skipað fyri spæli við alskyns stuttligum leikum. Eisini er møguligt at spæla fótbólt á vøllinum ella at svimja í nýggju svimjihøllini. Harafturat er møguleiki fyri at taka eina heilsukanning.

- Seinastu árini hava vit havt eina heilsumiðstøð. Har ber til at fáa heilsukanning og góð ráð um sunnan livihátt og kost. Sum vera mann, umfatar skráin eisini eina røð av góðum máltíðum. Vit hava starvsfólk, sum tryggja at góðskan á øllum hesum økjum er fyrstafloks, greiðir Elisabeth frá.

- Tað snýr seg um øll brek, sum vit kenna í samfelagnum, so tað er eyðvitað, at fólk á hesi leguni eru sera ymisk. Tó verða vit sum eitt, tá legan er byrjað, tí vit øll standa saman um at bera hvørs annans byrðar. Umstøðurnar eru gjørdar til øll at taka lut í sangi, spæli, ítrivi og øðrum. So ongin skal kenna seg uttanfyri, greiðir Elisabeth Mortensen frá.

Elisabeth Mortensen greiðir frá, at legurnar hava verið avmarkaðar tvey tey seinastu árini av koronufarsóttini. Tá varð í staðin skipað fyri eindagsstevnum, har tey, sum vanliga koma á legu, kundu koma til eitt uttanduratiltak við konsertum og grilling.

- Tær eydnaðust bara væl og vit eru sera takksom fyri, at vit fingu loyvi at halda slík tiltøk, hóast koronu. Vit kundu sostatt halda sambandið við leguluttakararnar hesa tíðina.

Starvsfólkahópurin minkaður seinastu árini

Meðan legan verður hildin, syrgir Elisabeth fyri, at skráin verður fylgd og tekur hond í, har tørvur er á tí. Tað er tó munur á, hvussu nógv starvsfólk eru á leguni nú, samanborið við fyrr. 

- Í ár verða umleið 130 luttakarir og eini 40 starvsfólk. Tað er í luttakarum nakað tað sama, sum árini frammanundan, meðan starvsfólkatalið hevur lyndi til at minka. Fyri eini 15 árum síðani máttu vit hava bíðilistar til starvsfólk.

Fyrireikingin tekur áleið tveir mánaðir, og tað er neyðugt. Serliga tá talan er um eina legu, har øll, hóast avbjóðingar í gerandisdegnum, skulu kenna seg væl og sum ein part av felagsskapinum. Elisabeth Mortensen dylur ikki fyri, at hon heldur júst hesa leguna vera nakað serligt.

- Hetta er heimsins besta lega. Eftir leguna havi eg altíð eina kenslu av, at hava verið við til nakað stórt. Nakað, sum snýr seg um kærleika frá Gudi gjøgnum menniskja til annað menniskja. Nakað, sum bindur saman tvørturum forðingar, sigur Elisabeth Mortensen, ein av fyriskiparum, at enda.